Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjaldur og STÍF saman um felagslið og nýggjan venjara/leikara

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.07.2019 - 15:59 Ítrottur Myndarøð Tíðindaskriv

Grannafeløgini Hondbóltsfelagið Tjaldur av eystara armi og Stranda Ítróttarfelag (STÍF) av vestara armi á Skálafjørðinum hava avgjørt at samstarva. Í fyrstu atløgu snýr samstarvið seg um 1-3 felags umgdómslið. Hini liðini hjá feløgunum báðum fara eisini at venja saman við jøvnum millum bilum.​

Samstundis hava Tjaldur og STÍF gjørt avtalu við danan Mads Lindkvist sum nýggjan ungdómsvenjara hjá Tjaldur og leikara á mansliðnum hjá STÍF fyri komandi tvey kappingaráriðini. ​

​Mads er 24 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum hondbólsvenjari í hondbólsfelagnum í Hillerød á Sælandi. Eisini hevur hann spælt við fyrstaliðnum hjá felagnum, sum spælir í 2. deild í Danmark.​

​Umframt at hava yvirskipaðu ábyrgdina av allari hondbólts- og styrkivenjing hjá Tjaldur, hava venjaraskeið, leggja venjingarskráir og vera stuðul og vegleiðari hjá hinum venjarunum, fer nýggi venjarin at venja einstøk lið, við serligum denti á at venja og samansjóða nýggju felags Tjaldur/STÍF-liðini. Eisini fer hann at venja og spæla við á mansliðnum hjá STÍF.​

​Aage Arnoldson og Alexandur Johansen, formenn í Tjaldur og STÍF, siga í stuttari viðmerking, at feløgini gleða seg nógv til nýggja samstarvið. Við at standa saman røkka vit longur enn hvør sær, og fara í felag at bera hondbólturin í økinum enn longur framm. Hetta stig er nú tikið, og vónandi verður undirtøkan fyri hondbóltinum í økinum og í kommununum rundan um fjørðin enn størri í komandi árini.​

​Hondbóltsfelagið Tjaldur og Stranda Ítróttarfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir