Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sonja takkar fyri hesuferð og boðar frá at hon stillar ikki upp

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  12.07.2019 - 19:18 Lesarabrøv Politikkur

Hvønn morgun, tá eg vakni og eri á veg niður av loftinum, er tað fyrsta, sum møtir mær hesar báðar myndirnar, eg havi fingið frá Annlis.

 

Myndirnar eru ein daglig áminning um at stríðast fyri tí góða og at hava kærleikan við í øllum tí eg geri. Tær eru eisini ein áminning um at brúka tað vald, ein fær sum politikkari til at gera gott fyri onnur, og at vera nakað fyri onnur.

Tað havi eg roynt hesi undanfarnu árini á politiska víðvøllinum. Sum við øllum, so hevur sumt eydnast væl, meðan annað hevur ikki fingið undirtøku í løgtinginum. Soleiðis eru spælireglarnar í politikki, og hevur tað verið bæði læruríkt og gevandi. Eg eri ómetaliga takksom fyri at hava fingið møguleika at verið í politikki.

Eg havi seinastu árini lagt nógv fyri, tí eg havi viljað verið trúføst móti míni hugsjón, og tí eg fór til val uppá, og tað hevur m.a. havt við sær, at eg segði flokkinum, sum hevur verið mítt politiska heim síðan eg var 14 ára gomul, farvæl. Hetta var ein røtt avgerð.

Vit politikkarar fáa 4. hvørt ár møguleika at endurskoða og umhugsa okkara støðu, og eg havi brúkt seinastu tíðina at hugsa meg væl um, og eri komin til ta niðurstøðu, at eg ikki stilli upp aftur til løgtingið, nú val verður aftur.

Avgerðin um ikki at stilla upp er persónlig og av privatum orsøkum. Eg vil fegin hava meira tíð og orku til míni nærmastu, og gleði meg at fara til verka í fakfelagsrørsluni, sum er mítt næsta heim.

Eg fari framvegis at stríðast fyri einum samfelag, har ongi børn liva í fátækradømi, har minnilutabólkar fáa javnbjóðis rættindi, har øll hava tak yvir høvdið, og at vit eru eitt samfelag fyri tey, sum allarmest hava brúk fyri tí. Tað verður bara ikki í løgtinginum. Vit kunnu øll gera mun, har vit eru, og vit kunnu øll verða við til at menna og broyta hetta samfelagið. Um vit bert eru nóg nógv, sum vilja tað sama, so er onki ómøguligt!

Takk til øll tykkum eg havi hitt á leiðini hesi 4 árini. Takk fyri dystirnar tit á høgra vonginum og takk til tykkum mongu, sum hava stuðlað á ymiskan hátt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fíggjar­lógin er komin á beint
Hví skulu øll integrer­ast?
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…
Bíðilistar eru ikki vælferð
Hvarv aktivisman nú úr Løgtingi­num?
Ferðavinnan – ein stórur møguleiki
Fiska, ímeðan fiskur er!
Ódámlig og óvirðilig útlendsk uppíblandi…