Lýsing
Lýsing
Lýsing

Merkta grindin í Íslendskum sjógvi

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.07.2019 - 15:32 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tíðindaskriv frá Tjóðsavninum: Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu fyri góðari viku síðan, er nú í íslendskum sjógvi. Tað var sunnudagin 7 juli, at ein lítil grind á 16 hval varð rikin inn á sandin í Syðrugøtu, har fimm hvalir vóru merktir við sendarum við fylgisveina samskifti at kanna, hvussu og hvar hvalirnir ferðast. Eftir at hava ligið á víkini tað mesta av mánadegnum, fór grindin um kvøldið norður gjøgnum Kalsoyarfjørð og helt kósina norður í hellingina 60 fjórðingar úr landi. Eftir tveir dagar í hesum øki hevur grindin nú í seks dagar hildið kósina í ein beinan vestan yvir Íslandsryggin við ein ferð á uml. ein fjórðing um tíman og er nú 60 fjórðingar úr Íslandi. Hetta er fyrstu ferð, at merkt grind hevur ferðast á hesum leiðum. Tjóðsavnið vil nýta høvi at takka sýslumanni, grindaformonnum og sjálvbodnum fólki fyri alla hjálp í samband við merkingina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir