Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrsta standmynd í Føroyum av navngivnari kvinnu verður reist í Klaksvík

SKRIVAÐ: Dávur Winther (orð og myndir)  |  17.07.2019 - 16:26 Tíðindaskriv Tíðindi

Nú byrjar at taka skap við at gera gøtur og lendið kring standmyndina av Elinborg Lützen, sum eitt skiftið búið í Faktorshúsunum, haðani hon eisini er ættað.

Tað er Karl Heri Joensen, sum stendur fyri arbeiðinum at gera økið byggibúgvið við parkeringsøki ovast, steinsettum gøtum, lágum ljóssteyrum, bonk-øki, blomsturbed sett við bøllugróti og so økið har sjálv standmyndin, sum Hans Pauli Olsen, myndhøggari ger, skal standa.

Ovast í økinum verður gróðursett. Alt hetta byrjar nú at taka skap og sær rættiliga gott út. Gunnleiv Joensen ger graviarbeiðið og TTS ger el-arbeiðið. So alt í alt verður hetta ein vøkur lítil gróðursett lund við Elinborg Lützen, listakvinnu lítandi norðuryvir – á góðum gomlum gøtum.

Mentanarnevndin hjá Klaksvíkar býráð setti í 2017 ein verkætlanarbólk, at arbeiða við at reisa standmyndina – eitt minni, um Elinborg Lützen, myndlistakvinnu, ið hevði fylt 100 ár 26. juli 2019 – Hetta eftir uppskoti frá Edward Fuglø, umvegis Norðoya Listafelag.

Henda standmynd verður fyrsta av sínum slag, reist navngivnari kvinnu í Føroyum.

Økið kring minnisvarðan verður sum sagt skipað sum ein gróðursett lund, og tekur Karl Heri Joensen sær av hesum arbeiði vegna Klaksvíkar kommunu.

Lundin skal eftir ætlan standa liðug, tá ið standmyndin verður reist – 26. september 2019.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda