Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjørn Kalsø stillar ikki upp á løgtingsvalinum hesaferð

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  25.07.2019 - 16:01 Politikkur Tíðindi

Bjørn Kalsø, verður ikki millum valevnini, ið bjóða seg fram til komandi løgtingsval, nú hann eftir góð 15 ár í landspolitikki hevur gjørt av ikki at stilla upp

Bjørn Kalsø stillaði fyri fyrstu ferð upp í 2004 fyri Sambandsflokkin, og gjørdist hann stutt eftir landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Síðan hevur hann verið valdur í Løgtingið á valinum í 2008, 2011 og aftur í 2015. Frá 2011 – 2015 var hann landsstýrismaður í skúla- og mentamálum.

Bjørn Kalsø sigur, at hann hevur tikið avgerð um ikki at stilla upp hesaferð, eftir at hava verið virkin í kommunu- og landspolitikki í á leið 22 ár tilsamans.

Nú Bjørn Kalsø ikki stillar upp hesaferð, takkar hann fyri allan stuðul og samstarv á leiðini, og ynskir teimum, sum nú bjóða seg fram at stýra landinum bestu eydnu.

Norðoya Sambandsfelag, sum fekk nýggja nevnd á seinasta aðalfundinum hevur lýst til annan uppstillingarfund á Rygsvegi 3 í Klaksvík í kvøld kl 20 har formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig fer at greiða frá politisku  støðuni og hvørjar ætlanir Sambandsflokkurin hevur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…