Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nakrar stórar misskiljingar í føroyskum politikki

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  27.07.2019 - 21:26 Lesarabrøv Tíðindi

Tað er ongantíð ov skjótt at rudda tríggjar stórar misskiljingar í føroyskum politikki av vegnum.

Javnaðarflokkurin førir seg fram við, at hann er einasti garanturin fyri okkara vælferðarsamfelagi. Hetta er ein sjálvútnevning, sum ikki er í tráð við sannleikan.  


Sannleikin er jú tann, at Javnaðarflokkurin nú í skjótt 4 ár hevur niðurpínt teir, sum gjalda fyri vælferðarsamfelagið, og hann er ikki komin á mál enn.  Fær hann møguleikan, so heldur niðurpíningin fram eftir løgtingsvalið. Fiskivinnan skal ómøguligt tjena pengar og skal ikki eiga pengar. Viđ hesi gongd verður skjótt ongin peningur til vælferðarsamfelagiđ.


Javnaðarflokkurin førir seg somuleiđis fram sum ein rúmligan, breiðan, fevnandi og alfðirligan flokk. Hetta er ein sjálvútnevnan, sum ikki er í trá við veruleikan.


Vit vita øll, at Javnaðarflokkurin við løgmanni á odda stendur á odda fyri útihýsing av uml. einum fjórðingi av føroyingum. Eisini vita øll, at ongin flokkur sum júst javnfl hevur blakað persónar, sum ikki ganga í takt, út úr flokkinum. Eru hetta sosilistisku jarnhælirnir, sum stinga undan fitta kroppskinninum? Tjóðveldi førir seg fram viđ, at tey eru einasti garanturin fyri frælsi til land og fólk. Hetta er á sama hátt ein sjálvsútnevning, sum ikki er ì tráð viđ sannleikan. 


Tjóðveldi hevur nú í skjótt 4 ár arbeitt hart fyri at taka virkisfrælsi frá føroyskum  vinnulívsfólki, og ongin skal tjena pengar ella eiga pengar. Fótonglar verđa støđugt lagdir ùt. Málsetningur teirra er ikki náddur enn. Fær tjóđveldi og formađur tess  møguleikan, so fer hann framhaldandi at stríðast fyri skerdum virkisfrælsi til vinnulívsfólk. 


Tað sýnsist, sum ynskidreymurin  hjá Tjóðveldi er at toppstýra øllum vinnulívi og sum heild at toppstýra øllum úr Tinganesi. Flokkurin skeltar við tjóðarfrælsi, men leggi merki til, at í teirra hugaheimi merkir hetta ikki frælsi til fólkið. Tað er sjón fyri søgn.

Tađ skal heimilast landstýrismanninum at stýra øllum viđ kunngerđum. Hetta merkir ì veruleikanum frælsi og fríar teymar til at toppstýra øllum ùtì smálutir úr Tinganesi. Hetta er meir í ætt við einaræði.


Tjóðveldi hevur í verki síðstu 4 árini prógvað, at teir ì grundini eru Føroya mest ófrælsi flokkur og er størsta forðingin fyri veruligum, praktiskum og dagligum frælsi til hin einstaka. 


Somuleiðis hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi saman við Framsøkn nú í skjótt 4 ár arbeitt hart fyri at taka peningaliga frælsi frá føroyingum. Hetta hava teir gjørt við at leggja avgjald omaná avgjald á alt og øll nù ì skjótt 4 ár,  so ongin skal tjena pengar og enn minni eiga nakran pening.


Fólkaflokkurin harafturìmóti  er garanturin fyri veruligum og praktiskum frælsi til hvønn einstakan.  Frælsi til i at smìđa sær eydnuna góða viđ teim evnum, sum skaparin gav, og blíva løntur fyri tað - ikki revsađur.  Tað byggir land og tađ byggir vælferđarsamfelagið.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…