Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bjørn Kalsø á Norðlýsinum, tá hann sum mentamálaráðharri í 2015 bar blaðnum eina heilsu á 100 ára degnum | Mynd: Norðlýsið

Ein missur bæði hjá Norðoyggjum og Sambandsflokkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.07.2019 - 18:45 Leiðarin Politikkur

Óansæð hvar man stendur partapolitiskt, so mugu øll vera samd um, at Bjørn Kalsø hevur verið gull verdur fyri Sambandsflokkin í Norðoyggjum. Har gamla Norðoya Valdømi ofta upplivdi, at Sjálvstýrisflokkurin var størri enn Sambandsflokkurin, bleiv hetta broytt við Bjørn Kalsø. Hann lyfti flokkin upp á sama støði í Norðoyggjum, sum hann er á landsplani. Ein av teimum fýra stóru.

Ilt er at fáa eyga á eitt valevni, sum kann fylla tómrúmið. Hyggja vit eftir fólkatingsvalinum, so fekk Sambandsflokkurin gamaní eitt gott val í Klaksvík, men tað var einamest tí at klaksvíkingar valdu uttanfyri lokaløkið tá. Flokkurin hevur valevni í Norðoyggjum, men ongan atkvøðuslúk við hundraðtals atkvøðum, sum Bjørn var. Spennandi verður at fylgja við í, hvussu Norðoya Sambandsfelag loysir hesa avbjóðingina.

Eitt er, at hetta er ein missur fyri Sambandsflokkin. Tað nýtast tey ikki at harmast um, sum velja aðrar flokkar. Men hetta er eisini ein missur fyri Norðoyggjar.

Síðani Føroyar gjørdust eitt valdømi, hevur umboðanin ikki longur verið tryggjað. Í gomlu skipanini lá tað fast, at hvussu so víkti og vendi, so komu minst 4 norðoyingar inn á ting at umboða Norðoyggjar. Ein fimti kundi eisini koma inn sum eykavaldur. Men síðani 2007 hevur tað verið so, at økisumboðanin er nakað, sum stríðast má um hvørja ferð. Í teimum smáu økjunum sum Sandoy og Vágum er møguleiki fyri, at als ongin umboðar tey í eitt valskeið, til dømis um atkvøðurnar spjaðast millum lokalu umboðini.

Norðoyggjar eru tað størri í fólkatali, so vandin fyri onga umboðan at fáa er tað minni. Men møguleikin fyri at kanska bert 2-3 tingfólk eru at tala søk norðoyinga er til staðar við hvørt val. Í so máta er tað ein smeitur fyri Norðoyggjar sum øki, at Bjørn nú velur at gevast, ella at taka ein steðg, sum tað kanska blívur til.

Bjørn Kalsø hevur mangan staðið sum drangur í brimi. Hann setti spakan í til byggigøluna Glasir, og hevði politiska ábyrgd av tí fyrsta partinum av henni. Hetta hevur hann fingið nógv at hoyra fyri, men hann hevur eisini svarað fyri seg og greitt frá. Undanstøkkingin, sum vit mangan síggja hjá politikarum, har teir nokta at taka telefonina ella siga “onga viðmerking”, sóu vit lítið til hjá Bjørn. Hann var mangan at síggja á skíggjanum og í miðlunum annars, júst sum tað sømir seg.

Glasir hevur sjálvsagt ikki gjørt tað truplari fyri Bjørn at taka avgerðina um at fara úr politikki, fyribils í fyrstu atløgu. Eisini hevur hann fingið nógvar skolur út yvir seg, tí tað var hann, sum var landsstýrismaður, tá fiskirættindini vórðu uppsøgd í 2007. Tær skolurnar eru til at skilja, tí í baksýninum var tað helst betri ógjørt. Hinvegin skal tað eisini síggjast í tí ljósi, at 28 tingfólk ynsktu broytingar tá, og tá fær ein landsstýrismaður illa gingið ímóti streyminum.  

Til fólkatingsvalið grundlógardagin 5. juni fekk Sambandsflokkurin 16,6% í Klaksvík, 9,4% í Árnafirði, 20% í Haraldssundi, 5,9% í Kunoy, 34,5% á Húsum, 12,1% á Viðareiði, 6,7% í Svínoy, 22,4% á Fossánesi og 37,5% á Kirkju. Hesi tølini siga, at tað helst er nokk av sambandsatkvøðum í Norðoyggjum til eitt tingfólk. Men við galdandi valskipan kunnu tær atkvøðurnar lætt fara úr økinum, um ikki Norðoya Sambandsfelag finnur ein nýggjan spísskandidat.

Uppstillingarfundir eru í hesum døgum, og spennandi verður at fylgja við í, hvussu hesin knúturin verður loystur.

Vit á Norðlýsinum vilja nýta høvið at takka Bjørn Kalsø fyri tað, hann hevur gjørt fyri Norðoyggjar í síni tíð í politikki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi
Borg: Í gjár fekk Monika handað prógv su…
Rúsan skal finna nýggj hølir
Norskur framrættaður leikari komin í hóp…
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld