Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samgongan situr valskeiðið á tamb

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.07.2019 - 16:03 Leiðarin Politikkur

Í ólavsøkurøðuni skrivaði løgmaður loksins út val at vera leygardagin 31. august. Hetta er samstundis tann seinasti lógligi dagurin at hava løgtingsval. Hetta er fyrstu ferð síðani 2002, at eitt Landsstýri situr full 4 ár. Røðan var merkt av, at løgmaður vildi verja førda politikkin hjá samgonguni.

Sum so var ikki so nógv nýtt at hoyra í ólavsøkurøðuni. Hon var, sum tær plaga at vera, ein gjøgnumgongd av tí positiva partinum av tí, sum hent er síðani seinastu ólavsøku. Greitt var eisini, at løgmaður ikki ætlar at broyta kós, tá tað kemur til fiskivinnuna, men stuðlar fiskivinnunýskipanini hjá Tjóðveldi. Sum heild var løgmaður í verjustøðu viðvíkjandi tí førda politikkinum. Hann ávaraði ímóti at rulla tað aftur, sum samgongan hevur framt, og segði enntá, at “tað ber ikki til”.

Nakað av valretorikki var at hoyra, eitt nú um fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum. Men hesin parturin var heldur lunkaður, og tað var helst við vilja, tí upplagdi mótspurningurin er sjálvandi, hví so lítið er hent á hesum økinum seinastu árini.

Í skrivandi stund viðger formansskapurin á Løgtingi, um tingfundur hóast alt skal vera hósdagin 1. august. Tá val er útskrivað, plagar alt politiskt virksemi at verða tikið av skrá, men formliga skal tingformaðurin kortini seta viðgerðina av ólavsøkurøðuni á skrá. Á skránni var eisini framløga, og har vita vit, at onkur andstøðuflokkur hevur lagt uppskot fram um fiskidagar til útróðrarflotan.

Til løgtingsvalið 31. august verða 9 flokkar uppstillaðir. Allir teir núverandi, og so Framtakið fyri rættinum at velja kannabis og Føroyaflokkurin. Hesaferð hevur valið ligið í luftini óvanliga leingi, so allir flokkar tykjast vera væl fyrireikaðir til valstríðið hesaferð. Fólkatingsvalið var eisini ein forsmakkur, hóast úrslitið ikki sigur tað stóra um úrslitið á einum løgtingsvali. Í 2015 var úrslitið á fólkatingsvalinum næstan tað sama sum á løgtingsvalinum, men tá vóru tað somu flokkar, sum stillaðu upp til bæði. Hesa ferð eru tað 3 fleiri flokkar til løgtingsvalið.

Veljarakanningarnar siga næstan allar tað sama. Bæði andstøðan og samgongan fáa 16-17 í so gott sum hvørjari einastu kanning, har tað avgerandi mandatið vippar ímillum báðar vengurnar, tó oftari í favørin hjá andstøðuni. Spenningurin er tí næstan elektriskur, tí tað verða eftir øllum at døma marginalar, sum avgera alt.

Býtið í andstøðu og samgongu tykist vera rættiliga fastlæst. Sambært løgmanni verður fyrsta samgonguroyndin við verandi samgongu, um hann ikki fær ein meiriluta ímóti sær til valið. Fær løgmaður meiriluta ímóti sær, fer initiativið til at skipa samgongu víðari til tann, ið hevur flest tingfólk aftanfyri seg. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin tykjast standa saman, hóast ein einstakur sambandsmaður sigur seg heldur vilja Javnaðarvegin. Og ein javnaðarmaður hevur eisini boðað frá, at Tjóðveldi má sleppa loysingini, um samgongan skal halda fram. Men burtursæð frá hesum leysu útmeldingunum eru vit farin at síggja eina ávísa blokkskipan í Føroyum við vinstravendu flokkunum øðrumegin og høgravendu flokkunum hinumegin.

Ein orsøk til, at løgmaður helt seg kunna standa inni fyri tí førda politikkinum er uttan iva, at Javnaðarflokkurin stendur seg væl í bæði veljarakanningum og til fólkatingsvalið. Flokkurin er ikki blivin revsaður fyri Glasir, kollsigldu stjórnarskipanina ella brotin lyftir. Av samgonguflokkunum er tað einans Tjóðveldi, sum missir vegna førda politikkin, ikki Javnaðarflokkurin ella Framsókn. Og hetta hevur ivaleyst givið løgmanni neyðuga sjálvsálitið til at boða frá, at hann vil halda fram við á leið sama politikki.

Hvussu víkir og vendir, er valstríðið nú skotið í gongd, og vit fara at síggja ein óvanliga spennandi augustmánað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð