Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ segði takk fyri í summar við góðum avriki

SKRIVAÐ: Tekstur Jákup Ósá: Myndir Oliver Joensen  |  01.08.2019 - 21:51 Ítrottur Tíðindi

KÍ var á hagtalssíðuni betra liðið á Svangaskarði.

KÍ var á hagtalssíðuni betra liðið á Svangaskarði, men eitt mál í 34. minutti hjá Idriz Voca eftir gott uppspæl frá Blessing Eleke gjørdi, at uppgerðin ongantíð bleiv spennandi eftir tað, um vit hugsa um, hvør skuldi koma víðari.

KÍ spældi samanlagt ein góðan dyst og sambært hagtølunum, so var KÍ omaná. KÍ hevði bóltin meira (54 % - 46 %), fleiri málroyndir (17-8), fleiri málroyndir innanfyri málstengurnar (6-3) og fleiri hornaspørk (3-2). Men einasta málið fekk Luzern og júst Eleke, ið legði upp til málið, var nærum einasti leikarin, sum KÍ hevði trupulleikar av í verjupartinum. Størsta málmøguleikan hjá KÍ fekk Deni Pavlovic, sum skallaði hornasparksinnlegg frá Jóannes Bjartalíð á tvørstongina í seinna hálvleiki.


Nú stendur landskappingin fyri framman hjá KÍ, og Europa League dystirnir hava givið KÍ fleiri kort at spæla. M.a. hava Páll A. Klettskarð og Semir Hadzibulic fingið nakrar dystir í beinini og tykjast betri fyri, enn tá teir komu í hópin fyrr í summar. KÍ fekk eitt søguligt summar, tí ongantíð áður er KÍ komið víðari tvær ferðir sama kappingarár. Í kvøld takkaði KÍ fyri seg í Europa League í ár við góðum avriki, ið tó ikki rakk til nakað stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…