Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lómur við unga eysturi á fjøllum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  04.08.2019 - 14:39 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á einum túri í Bjargamansdal í gjár og gongutúri aftur í Skúvadal og seinni heim at húsum, var nógv forvitnisligt at fáa við á vegnu. Meira um tað seinni. Men hæddarpunktið á túrinum var fyri meg, tá vit við eitt sera lítið vatn, gingu okkum fram á ein lóm við unga. Fyrr í ár havi eg gingið fram á tvinnar lómar, annar á Svínoynni við unga og hin á Skælingstjørn. Lómurin á Skælingstjørn lá á, men seinni frætti eg, at menn har høvdu funnið tóma eggjaskalið og tó sást hvørki lómurin ella ungin á vatninum.

Nógv hevur verið tosað um hvønn skaða skúvurin ger. Møguliga tekur hann eisini lómaungan. Eystanfyri á Fjøllum í gjár, sóu vit bert eitt skúvapar, har hava menn tynt út í stovninum seinastu árini. Niðanfyri nakrar myndir frá lóminum við unga, tey bæði bíðaðu helst eftir at makin skuldi koma aftur við mati. Men fyrst nøkur orð um lómin:

 


Í “Fuglabókini” skrivar Mikkjal á Ryggi soleiðis um Lóin: Lómur er stórur fuglur við longum hálsi og fløtu kroppi. Á nakkanum og aftur á hálsinum hevur hann klænar, svartar og hvítar strikur, niður eftir barkanum er hann reyðbrúnur, annars eru høvd og hálsur vakurt grá. Bakið er svart við hvitum blettum. Um veturin hevur hann sama lit á bakinum og er gráur aftan á hálsinum og upi á skallanum, annars allur hvitur; sama lit hevur ungfuglurin.

Føturnir eru so aftarlaga, at hann er ikki gonguførur. Tí ger hann sær reiðrið nær við eitt vatn, og til og frá tí ekur hann á búkinum, so tað er altíð ein niðurlegsað slóð millu reiðrið og vatnið; stundum er reiðrið so nær vatninum, at hann við eitt lop kann vera úti í tí. Og har er hann kringur - og óføra varin! Tá ið hann hevur ótta av fólki, svimur hann so djúpt, at einans skallin og eyguni eru ómaná; og heldur hann seg enn vera ov sjónskan, kann hann geva sær so harða ferð at vatnið streymar upp m ennið, og skallan, so fuglurin er heilt fjaldur. Ivaleyst sær hann tó upp á land og hevur eyguni eftir, um onkur kemur at reiðrinum. Lítið etur hann annað enn fisk, og hann kann svimja so skjótt, at sjálvt ikki tey kviku sílini sleppa undan honum. Harafturat kann hann vera sum einar 8 minuttir undir vatni, og kann tá koma upp so langt av leið, at eingin fær eyga á hann.

Eggini eru tvey, tey líkjast likkueggjum á stødd og liti, men eru bøllutari um hin klænra endan. Ungarnir eru dimmbrúnir; so skjótt, teir eru útkomir, eru teir fullkomnir svimjarar og kavarar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Lýsing