Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hagafelagið mótmælir forðingum at ganga í haga og fjørðu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.08.2019 - 23:30 Ítrottur Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Nevndin í Hagafelagnum og nakrir av stigtakarunum til felagið høvdu seinnapartin í dag fund í Klaksvík.

Á skránni var millum annað tær alsamt fleiri forðingarnar, sum verða settar fólki at fara út um bøgarðarnar og oman til sjóvarmálan. Fundurin viðgjørdi gjaldsportrið, sum ein festari hevur sett upp í Saksun og sum ger, at fólk ikki longur hava frítt at fara oman til sjógvin uttan at gjalda pengar.

Felagið mótmælir harðliga, at slíkar forðingar verða settar fólki at ferðast í egnum landi og heitir á politikararnar um at finna eina loysn.

Hagafelagið fer nú at umrøða málið við løgfrøðing. Eisini hevur felagið vent sær til løgregluna við fyrispurningi um, hvat løgreglan ger við málið um at ein farleið verður stongd fyri landsins borgarum.

Hagafelag Føroya varð stovnað í mars mánaði. Endamál felagsins er at tryggja frælsið hjá landsins borgarum at ferðast í føroysku náttúruni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…