Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í kvøld verður konsert á vágni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.08.2019 - 14:09 Mentan Tíðindaskriv

Hitað verður upp til Summar Festivalin við flótandi konsert

Aftur í ár verður hitað upp til Summar Festivalin við konsert á vágni í Klaksvík. Flótandi pallurin verður innarliga á vágni, og umborð vera tónleikarar og sangarar.

Í ár fara tvær dugnaligar songkvinnur at syngja nakrar sangir og smærri verk. Tær eru Ingibjørg Hansen og Daisy Johannesen Lolk. Tónleikarar vera Páll Sólstein og Rani Nolsøe.

Undanfarin ár hevur konsertin á vágni verið ein sera hugnalig upphiting til sjálvan festivalin, og nógv fólk hava verið og lýtt á.

Summar Festivalurin og Klaksvíkar kommuna skipa í felag fyri konsertini, sum verður í kvøld kl 21:00.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…