Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gakk ella renn fyri heilsuna á Summarfestivalinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.08.2019 - 18:00 Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Kom við til rennitiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna 2019" á Summarfestivalinum. Tað eru Treysti og Føroya Bjór, ið skipa fyri

Kom við til rennitiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna 2019" á Summarfestivalinum, saman Treysti og Føroya Bjór. Vælumtókta tiltakið verður leygardagin kl. 11.00 á Summarfestivalinum. Øll sum luttaka eru við í kappingini um góðar vinningar frá Føroya Bjór:

- 3 x gávukort á 320 kr. frá Føroya Bjór
- 3 x t-shirt frá Føroya Bjór
- 5 x 6 pakk av Jolly Cola

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir "út" og so venda øll "heimaftur" í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Guttorm Sørensen og Eileen Matras úr Treysti siga: “Gakk ella renn fyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk ella renn” á Summarfestivalinum. Hetta tiltakið, saman við Føroya Bjór, er nú vorðin ein fastur táttur á Summarfestivalum, og verður afturvendandi komandi árini.”

Aftaná renningina er møguligt at fáa okkurt leskiligt frá Føroya Bjór

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna