
Landafrøðiligi ójavnin eisini vaksin
Í Degi og viku fríggjakvøldið kom fram, at talið av fólki í fátækraváða er økt munandi seinastu 10 árini. Hagfrøðingur greiddi frá, at pensionistar fingu tað, sum svarar til heilar tvær mánaðarlønir minni, í mun til hvat tey fingu í 2009. Somuleiðis kom fram, at tann tiltikna gjógvin millum rík og fátæk er breiðkað í mun til, hvat hon var í 2009.
Hyggja vit at inntøkuskattinum, so vísir tað seg, at økini í Føroyum gjalda á leið tað inn, sum svarar til fólkatalið.
Hetta er á leið so javnt, sum tað kann vera í mun til fólkatalið. Sum heild rinda økini inn eftir førimuni, onkur eitt vet meira og onnur eitt vet minni, og tey útsvingini eru sera smá. Júst sama mynd teknar seg, tá vit hyggja at lønarútgjaldingum kring landið:
Norðoyggjar fáa 12,5% av lønarútgjaldingunum í 2018, Eysturoyggin 22,9%, Norðstreymoy 7,5%, Suðurstreymoy 42,1%, Vágar 5,9%, Sandoy 1,9% og Suðuroy 7,2%. So tað ber ikki til at siga annað enn, at føroyingar allir draga sín lut av lessinum, óansæð hvar teir búgva. Summi eitt sindur meira, onnur nakað minni, men í tí stóra og heila gera øll sín rímiliga innsats.
Men eina heilt øðrvísi mynd fáa vit, tá vit hyggja at útreiðslubýtinum kring landið alt. Tá sæst, at í hesum valskeiðinum er landafrøðiligi ójavnin veruliga vaksin, og tað stórt. Tað er Landsverk, sum stendur fyri byggiverkætlanunum og vegagerð hjá landinum, og taka vit útreiðslurnar hjá Landsverki, er landafrøðiliga gjógvin uppaftur størri enn millum rík og fátæk í tí føroyska samfelagnum.
Tíverri eru tølini frá Landsverki soleiðis gjørd upp, at Norðstreymoy og Suðurstreymoy mugu takast undir einum sum øll Streymoyggin.
Her er tendensurin eins óhugnaligur, sum hann er greiður. Har tað í 2016 var meira svingandi, hvørji øki fingu í meira lagi og hvørji í minna lagi – í talvuni fyri 2016 fáa 3 meira og 3 minni enn fólkatalið – hevur tað í hesum valskeiðnum verið eittans øki, ið hevur fingið sera nógv í mun til fólkatalið, meðan allar hinar fimm sýslurnar hava fingið heilt lítið í mun til síni fólkatøl.
Hendan raðfestingin, sum Løgting og Landsstýri hava álagt Landsverki, hevur eisini givið at bíta. Tann 8. februar í ár rópar Landsverk varskó og sigur “Eftirsleipið á undirstøðukervinum er níggju ferðir so stórt sum árliga rakstrar- og viðlíkahaldsjáttin er, sum Landsverk fær um árið”, og vísir á, at eftirsleipið á undirstøðukervinum einsamøllum er 375 milliónir.
Áður, í november 2018, er komið fram, at eftirsleipið, tá alt – vegir, brýr, tunlar og bygningar – verður tikið við, er heilar 770 milliónir. Vegakervið manglar sum nevnt 375 mió. og landsins bygningar 395 milliónir. Hetta fekk samgonguna at játta ein lítlan viðfáning, 21 milliónir, til viðlíkahald í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019. Men tann stóra “pukkulin” verður onki gjørt við.
Tað kann tykjast løgið, at hóast landskassin hevur havt stór avlop øll árini, so sleppa vegir brýr og tunlar bara at forfalla. Onkur sigur orsøkina vera, at tað gevur ikki atkvøður at viðlíkahalda, og tað kann tað vera nakað um, tí tær stóru útreiðslurnar hjá Landsverki fara ikki til viðlíkahald. Tær fara til nýggjar bygningar í Tórshavn. Av teimum ávikavist 159,5, 234,6 og 301,9 milliónunum, sum Landsverk hevur brúkt í Streymoynni 2016, 2017 og 2018, fara ávikavist 121,5, 193,6 og 249,8 mió. til tveir bygningar í Tórshavn, Glasir og H-bygningin. Í prosentstigum svarar hetta til 43%-stig í 2016, 70%-stig í 2017 og 71%-stig í 2018.
Landsverk kann ikki lastast fyri hesar raðfestingarnar. Tað er Landsstýrið, sum hevur gjørt uppskot um at raðfesta á hendan hátt, og tað er meirilutin í Løgtinginum, sum hevur samtykt, at soleiðis skal tað vera. Og tí hava vit í dag fingið eitt samfelag, har stór búskaparlig ferð er á í miðstaðarøkinum, samstundis sum tunlar, vegir og brýr kring landið alt liggja í órøkt.
Tann landafrøðiligi ójavnin millum økini í Føroyum er síðstu árini vaksin meira enn gjógvin millum rík og fátæk. Á inntøkusíðuni hjá Landskassanum er so javnt í mun til fólkatal, sum tað kann vera, men heilt øðrvísi er statt, tá tað kemur til útreiðslusíðuna.
Keldur:
Fyrispurningur frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, um skattainntøkur og løguútreiðslur, svaraður 7. juli 2019
Hagstova Føroya
Kringvarp Føroya, greinarnar https://kvf.fo/greinar/2018/11/15/eftirsleipid-i-vidlikahaldi-naerkast-800-millionum (15.11.2018) og https://kvf.fo/greinar/2019/02/08/eftirsleip-fyri-375-mio-kr (08.02.2019)