Skrá fyri familjudagarnar Føroya Sjómannadag 2019
sum verða 12. august til 18. august 2019
Føroya Sjómannadagur hevur til endamál at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.
Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki.
Øll tiltøk, matur og annað sum vit bjóða øllum í vitja Føroya Sjómannadag eru ókeypis.
Hetta er gjørligt takka verið vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og sponsorum úr øllum landinum.
Høvuðsstuðul:
KLAKSVÍKAR KOMMUNA
NORÐOYA SPARIKASSI
TAK NIÐUR skránna sum PDF fíla - til at printa o.a. HER
LEYGARDAGIN 17. AUGUST
09.00
Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.
10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við Stórukaj. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin, Brimnes, Norðlýsið og Thorshavn.
10.30
Merkið vundið á stong
Umboð fyri manning, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merki í húnar hátt meðan Tjóðsangurin verður sungin.
STÓRT KAFFIBORÐ Á BRYGGJUNI
Tá tjóðsangurin er sungin er borðreitt við Kaffi, Te, Kakao, Sjómannabolla og vinarbreyði á bryggjuni.
10.40
Jógvan Skorheim,
borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki.
Heiðursmerki handaði til vinnarar av fiskikappingini
og tann sum hevur fiska allar størsta fiskin verður útnevndur Fiskikongur/drotning.
Granskarar frá Havstovuni fara at skera vinnandi fiskin upp á pallinum og greiða í stuttum frá fiskinum.
Skipalista-Kvissin.
Undankapping til stóru finaluna í spurnar kappingini hjá Skipalistanum, sum verður á stóra pallinum kl. 15:15.
Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða.
Kappingin er fyri pør.
Tilmelding á pallinum.
Føroyameistararnir fáa eitt vikuskifti fyri tvey í mai á Hotell Hilton í Tórshavn við fullari pensjón.
13:00
Stórt Trølla Pætur Rock Show við trølla ommuni og trølla ommudidd lovar eisini at koma.
11.00 – 18.00
Listaframsýningar.
Lydia Petersen, Magna Auðunsson og onnur sýna fram í stóra tjaldinum.
Edward Fuglø hevur opið atelier í gomlu Sýslumans húsunum.
11.00-16.00
Norðoya Fornminnasavn opið
11.00 – 19.00
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni.
11.00 – 17.00
Sjórænaraskip og bátar leggja at bryggju og sigla túrar við børnum.
Kaptein Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR .
Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar.
Øll, sum klára royndirnar, fáa eitt diplom frá Kaptein Gardar & Stampi.
11.00 – 17.00
Vilt á sjónum:
Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin
- Túrar við speedbátum, sum ganga 70 míl. …. ÓKEYPIS!!!
- Royn teg hangandi afturúr speedbátum, sitandi á luftpútum…..ÓKEYPIS!!!
11.00 – 17.00
UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir, hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.
11.00 – 17:00
UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.
11.00 – 17.00
UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.
11.00 - 17.00
Havstovan í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum
Prøva-tøkuskipanin til fiskakanningar hjá Havstovuni verður víst í stóra tjaldinum.
Eisini nytrutøka, aldursgreiningar og magakanningar.
13.00 – 19.00
FØROYA ÁTILIGASTA FISKABORÐ
----
JFK bjóðar aftur í ár Fish & Chips á Sjómannadegnum.
Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnaði til endamálið.
Aftur í ár fara brøðurnir Gavin og Craig Lewis frá matstovuni Lewis’s Fish & Grill at kokkast.
Eins og í fjør ársins vinnari av kappingini ”Young Fish Frier of the Year 2019” í Stórabretlandi. Og í ár gjørdist vinnarin ein kvinna - kokkurin Lauren Kellaway frá Kellaway’s Fish & Chips.
JFK hevur sostatt útgjørt seg væl at servera Fish & Chips til allar gestirnar á Sjómannadegnum. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.
Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.
Opið verður frá kl 13, og so leingi sum fólk ynskja at fáa Fish & Chips.
-----
Bakkafrost á Sjómannadegnum
Bakkafrost eru errin av teirra vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Á Sjómannadegnum fer Bakkafrost aftur í ár at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum og verður møguleiki at sleppa umborð á M/S Hans á Bakka.
Legg leiðina framvið og heilsa uppá og royn hesar leskiligu smakkiroyndir.
Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.
-----
Samtakið Christian í Grótinum bjóðar Makrel.
Á sjómannadøgunum í ár hava ger samtakið Christian í Grótinum ein rætt við heittroyktum makreli, sum verður royktur á staðnum og eftir ætlan borðreiddur flógvur.
Afturvið er ein eplasalat og nakað av súltaðum reyðleyki.
Makrelurin er fiskaður í juli 2019 og er rætturin vit bjóða í ár enn eitt dømi um hvussu vit kunnu eta fyrstafloks makrel sum er fiskaður á leiðunum runt Føroyar.
Omaná bjóða vit kaffi og eina rabarbu desert frá Amarant.
-------
KJ Kambsdalur
GRINDA-BURGARI v.m.a. nýbakaðum burgarabolla frá Amerant, steiktur grindabúffur við flødaeplum og kóka fesk grind við spik og eplum og serliga vælsmakkandi heimagjørdum sinnopi. KJ á Kamsdali hevur verið við á Sjómannadegi líka síðan 2005 tá Føroya Sjómannadagur fyri fyrstu ferð varð hildin. Tvøsti kemur frá grind sum doyði í Bø í summar.
---------
13.00 – 17.00
Opið skip umborð á Brimli. Manningin bjóðar heitar vaflur og Kakao.
13.00 - 18.00.
Opið hús á Looknorth.
Til ber at síggja hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast.
Høvið verður at uppliva framkomnu framleiðsluna meðan víst verður runt á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur.
13.00 - 17.00
Ókeypis kramarísar.
Føroya Sjómannadagur bjóðar ókeypis kramarísar til børn og vaksin.
13.00 – 17.00
Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska
13.00 – 17.00
Bláikrossur deilir ókeypis ballónir út til børn.
13.00 – 17.00
Silvi skipar fyri fiskidammi í stóra tjaldinum.
13.30
Bjargingarroynd við Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag.
Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing.
14.00 – 17:00
Føroyameistarakapping – Kassastabling
Norðoya MC skipar fyri.
Vinnarin fær eina Huawei Y6 fartelefon
14.00 – 18.00
Silja-Star siglir til Kópakonuna í Mikladali við ferðaleiðara.
Túrurin tekur uml. 50 min. frá tí farið verður úr Klaksvík til lagt verður at bryggju aftur í Klaksvík.
Siglt verður frá Stórukaj:
kl.
14.00
15.10
16.20
18.00
14.00
Føroyameistarakapping - Agnskering
Tilmelding á pallinum.
Vinnarin fær eitt vikuskiftið við fullari pensjón á HOTEL FØROYUM
Silvurvinnarin fær stórt tinganest frá DAMFAR
Bronsuvinnarin fær stórt tinganest frá DAMFAR
14.15
Føroyameistarakapping í egning
Tilmelding á pallinum
Føroyameistarin fær gullheiðursmerki og gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.
Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur.
Bronsuvinnarin fær kr. 2.000 kr. frá Kjølur.
15.00
Føroyameistarakapping í køkubaking.
Heiðursmerki verða givin fyri smakk, kreativitet og teknikk.
ØLL SUM LATA KØKUR TIL KAPPINGINA FÁA GÁVUKORT á kr. 300,-
Køkudómarar: Ranva Knudsen, Jóhanna á Tjaldrafløtti og Olevina Sundsskarð.
Køkurnar skulu latast inn í LEIKALUND kl. 14.
Vinningar:
Besti smakkur: Gávukort á kr. 5.000 frá Atlantic Airways
Kreativitetur: Vikuskifti Hotel Hafnia við fullari pensjón
Teknikkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá FK
15.00 – 16.00
Harmonikutónleikarar, frá Fuglafjarðar Harmonikufelag, spæla kend løg í stóra tjaldinum.
15.15
Skipalista-Kvissin
FINALAN – spurnarkapping.
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir.
Vinnararnir fáa Samsung 52” flatskerm frá ELDING
15.25
Svimjikapping á Vánni
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.
Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)
Vinningar:
Menn 25 ár og eldri:
Samsung Galaxy Watch active frá FØROYA TELE
Kvinnur 25 ár og yngri:
PowePic Wiireless Charger
Dreingir 24 ár og yngri:
JBL flip 4 hátalari frá FØROYA TELE
Gentir 24 ár og yngri:
Plantronics back beat go 600 oyrabúffara frá FØROYA TELE
17. 00
Føroyameistarakapping – Trolbøting
Tilmelding við pallin.
Føroyameistarin fær eitt gávukort á kr. 5.000,- frá Atlantic Airways
Silvurvinnarin fær eitt gávukort á kr. 2.000,- frá BÓNUS
Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á kr. 2.000,- frá BÓNUS
17.30
Togtogan millum skipsmanningar
Tilmelding á pallinum, 8 persónar pr. lið.
Føroyameistararnir fáa 12 gávukort frá Smyril Line á kr. 1.000,-
18.00
Innleiðandi kapping – Sjómannstak
Tilmelding á pallinum
Føroyameistarin fær eitt gávubræv frá Atlantic Airways á 5.000 kr.
Silvurvinnarin fær tinganest frá Damfar.
18:30
Føroyameistarakapping – Halda dregg
Tilmelding á pallinum
Føroyameistarin far ein Samsung 52” flatskerm frá ELDING
Silvurvinnarin fær TINGANEST frá DAMFAR
19.00
Føroyameistarakapping – Sjómannstak
FINALAN
Føroyameistarin fær eitt gávubræv frá Atlantic Airways á 5.000 kr.
Silvurvinnarin fær tinganest frá Damfar.
19.10 (umleið)
Felagssangur í stóra tjaldinum.
Tá FM í Sjómannstaki er liðugt fara Hans Hjalti Skaale og Hóraldur Joensen at skipa felagsang við sjómannsvísum í stóra tjaldinum á bryggjuni.
20.10
Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri tiltaki um Brókatátt í Spaniastovu.
Brókatáttur er yrktur uml.. 1750 um eina hendingaríka útróðrarferð í 1746, har Jóannes Niklasson kemur í holt við eina yvirvaksna flundru.
Jónleif Johannesen, greiðir stutt frá Brókatátti, søgugongd, yrkjara og táttaørindum, sum eru knýttir at havinum.
Jógvan Ravnsfjall, greiðir frá um útróður í Føroyum í uml.. 1750, um tað mundi tá hendingin í Brókatátti fer fram.
Eftir hetta verður farið uppá gólv at kvøða Brókatátt. Jónleif Johannesen skipar.
------
SPANIASTOVA:
Flemish Kap og aðrar perlir á Sjómannadegnum
Eftir frálíku løtuna við Rana Nolsøe band á Summar Festivalinum verður høvið at taka til sín enn fleiri perlir úr sangskríninum í Spaniastovu leygarkvøldið kl 22. Tónleikurin, verður livandi eldri og nýggjari tónleikur, Frændur klassikarar, fleiri av bestu sangunum hjá Rana, sum hava verið nógv framm eftir at Rani byrjaði sum solistur. Nevnast kunnu Flemish Kap, Til Glæmu, Til Hammerhaimb og Føroyar er land mítt. Heimliga Spaniastova verður karmur um eina inniliga konsert har eisini frásøgan fær ein serligan brodd. Leygarkvøldið verður bólkurin mannaður við vælspælandi feðgunum Rani og Eyðun á gitar, og tónleikaligu úrmælingunum Jógvan Fróði Baldvinsson, bas, og Henning Hjalt Nicodemussen, trummur.
SUNNUDAGIN 18. AUGUST:
11.00
Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni.
Marjun Lómaklett sóknarprestur prædikar.
Harmonikuvinir luttaka.
Andras Sólstein luttekur við hornblástri.
VÆLKOMIN Á FØROYA SJÓMANNADAG 2019
Nevndin Føroya Sjómannadagur:
Karl Birgir Isaksen, formaður
Eyðstein Poulsen, næstformaður
Oliver Joensen, kassameistari
John William Joensen, skrivari.
Sambært reglugerðini fyri Føroya Sjómannadag er nevndararbeiði ólønt.
Føroya Sjómannadagur 2005 - 2015 HD from Norðlýsið on Vimeo.