Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fish & Chips í heimsklassa

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.08.2019 - 22:44 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Aftur í ár er JFK-samtakið við Fish & Chips í heimsklassa á Føroya Sjómannadegi.  Jógvan Hansen frá JFK sigur, at teir í ár hava útvega sær tríggjar friturur afturat teim mongu teir høvdu frammanundan.

Harumframt kemur ein nýggjur Fish& Cips vinnari úr Onglandi til Klaksvíkar afturat teimum báðum Galvin og Graig Lewis, sum tvey tey seinastu árini hava verið teir serkønu Fish & Chips kokkarnir úr Onglandi.

Afturat Galvin og Graig kemur nevniliga Lauren Kellaway, sum vann heitið Young Fish Fryer of the Year 2019. Saman við foreldrum sínum koyrir hon eina Fish & Chips shop í Truro í Suðuronglandi, nakað norðanfyri Landsend

Allur fiskurin kemur frá Gadus, fyrsta floks toskaflak, men eplini er eisini nakað fyri seg. Jógvan Hansen frá JFK-samtakinum sigur at eplini koma frá einum øki, ið eitur Isle of Ely. Hetta er eitt øki nakað norðanfyri Cambridge. Úr Onglandi er áhugin fyri hesum stórur. Eplini til tiltakið í Klaksvík vóru tikin upp fríggjadagin og eigarin sjálvur kemur eisini til Føroya at síggja hvussu leikur fer á Sjómannadegnum leygardagin.

Vinnarin av Fish & Chips kappingini í Suðuronglandi,Lauren Kellaway hevur lagt eitt videoklip út á sin facebookvanga, sum Norðlýsið hevur fingið loyvi til at leggja út her niðanfyri.

Alt er ókeypis á Føroya Sjómannadegi, bæði matur drekka og tiltøk og so er Sjómannadagurin alkoholfríur - eitt tiltak fyri familjuna og til æru fyri teir og tey, ið búleikast við og á sjónum.

Eisini Føroya Bjór er ein stórur stuðul til Føroya Sjómannadag, tí eru drykkivørurnar vatn og sodavatn ókeypis leygardagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…