Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg undrist – hvat heldur tú?

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  13.08.2019 - 09:15 Politikkur Tíðindaskriv

Tá tað kemur til etiskar spurningar, so hevur slagorðið hjá flokkunum, undantikið Miðflokkinum, verið, at “har standa tingfólk frí at atkvøða sambært egnu samvitsku”. Hetta ljóðar sera gott – men hvussu hevur tað roynst  í verunleikanum?

Hava vit uppskotið um hjúnarbandslógina í huga, so minnast tey flestu hvussu leikur fór. Ikki øll í samgonguni tyktust at vera so fegin um uppskotið og tosaði ávísur samgongu tingmaður um, at fáa málið til fólkaatkvøðu. Nei, tað bar ikki til, tí nú var málið vorðið eitt sokalla “samgongumál” og gjørdi løgmaður púra greitt, at um málið fall, ja, so var eingin samgonga, tí tingkvinnan, sum var farin úr javnaðarflokkinum, hevði gjørt púra greitt, at um málið ikki vann frama, ja, so tók hon stuðulin frá samgonguni aftur. Her viknaði løgmaður og nú var ikki longur galdandi, at hvør atkvøddi eftir “egnari sannførðing”.

Lívsáskoðan hins einstaka avgerð støðutakan til ymisk mál. Tað sum kann undra er, at hóast avrik samgongunnar í t.d. hjúnarbandsmálinum eru beint í stríð við lívsáskoðanina hjá mongum javnarfólki eins væl tjóðveldisfólki og teim, ið stuðla Framsókn, so halda hesi á við at veita hesum somu flokkum stuðul – uttan at gera sær greitt, at júst teirrasa stuðul  gevur hesum flokkum møguleikan at halda somu kós og fremja enn fleiri broytingar á etiska økinum. Broytingar sum t.d. fría fosturtøku, kirkjuvíglsa av samkyndum, kynsneutralt samfelag v.m.  Broytingar,sum avspeglað tað, sum vit síggja í t.d. Danmark.

Kenni mong skilafólk í nevdu flokkum, sum vegna teirra lívsáskoðan, ikki ynskja at okkara kæra Føðiland skal gerast  eitt kopi av tí danska samfelagnum, tá ræður um virðisgrundarlag og etisk viðurskifti.

Tí er mín vinarliga áheitan á tykkum: Stuðlið teir flokkar,sum í verkið hava víst, at teir ikki ganga ta leið, sum samgonguflokkarnir gera á tí etiska økinum! Tað ber væl til at vera “sosialur” utttan at velja Javnaðarflokkin, tað ber væl til at vera tjóðskaparsinnaður uttan at velja Tjóveldi og tað ber væl til at taka undir við frælsis tankanum uttan at velja Framsókn.

Hugsað um tína ávirkan!

Júst tú kann verða við til at venda gongdini!

 

Eiði, tann 13. August 2019

Tordur J. Niclasen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…