Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit hava áræði og dirvi at møta avbjóðingunum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.08.2019 - 23:39 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Millum annað tað, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í morgun, tá hann sum fyrsti røðari, bjóðaði øllum vælkomnum á Føroya Sjómannadag.

Morgunin byrjaði við at sluppirnar komu inn eftir Vágni. Tjóðsangurn varð sungin ímeðan merkið var vundið í hunar hátt. Síðani var bjóðað til morgunmatarborð, borgarstjórin bjóðaði vælkomin og okkara fiskimálaráðharri Høgni Hoydal setti Føroya Sjómannadag. Skip fingu heiðursmerki fyri góð úrslit og eisini blivu heiðursmerki handaði til vinnararnar av fiskikappingini fríggjadagin. Síðani byrjaðu tiltøkini so smátt.

Føroya Sjómannadagur valdi at heiðra Ellint Abrahamsen, skipara hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, Vørn, fyri drúgva og holla tænastu, og fyri tað, hann hevur verið fyri okkara sjófólk, nú hann er farin frá fyri aldur.

Sunnudagin , í morgin, fara vit at leggja fleiri myndir út frá degnum og í Norðlýsinum, prentaða blaðnum, í komandi viku fara úrslitini av teim ymsu kappingunu at síggjast.

Niðanfyri er røðan Hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra og myndir:

Góðan dag, øll somul – fyriskiparar, gestir og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.


Nógv stór ting byrja við einum lítlum tanka, einum hugskoti. Og viðhvørt vita vit ikki, hvussu góð okkara hugskot kunnu vera.


Eg dugi ikki at siga, hvat tey, sum tóku stig til Sjómannadagin, sóu fyri sær. Men ivaleyst hevur hugskotið verið uppaftur betri, enn tey ímyndaðu sær. Í øllum førum halda vit nú 15 ár seinni enn eitt risatiltak við túsundtals vitjandi her á Sjómannadøgunum.


Eitt er at fáa hugskotið, annað er at gera tað til veruleika, og uppaftur nakað annað er at skipa fyri so stórum tiltaki ár eftir ár. Fyrireikararnir hava verið sera áhaldandi, og stuðlarnir sera góðir. Undirtøkan frá fólki hevur eisini á hvørjum ári verið avbera góð.


Sjómannadagar eru tiltak fyri familjuna. Her ber til at njóta góðar hugnaløtur, fáa leskiligan mat, síggja mangt forvitnisligt og fylgja við – ella luttaka í – spennandi kappingum. Alt er ókeypis, og tað skulu fyrireikarar og stuðlar hava stóra takk fyri.


Hetta er eitt stórt tak at taka, men við góðum vilja og fyrimyndarligum samstarvi ber til. Vinnan spælir ein týðandi leiklut, og tey mongu, sum hjálpa til og eru við at skipa fyri, eiga eisini ein avgerandi lut í Sjómannadøgunum. Og einki tiltak uttan góða uppmøting. Mongu gestirnir eru eisini ein treyt fyri, at tiltakið kann lata seg gera.


***


Sjómannadagarnir seta sjóneykuna á sjógvin, fiskivinnuna, alivinnuna og tað, sum hevur tilknýti til hesar vinnur. Fólk í øllum aldri kunnu vera við í tiltøkunum – líkamikið um tað snýr seg um vatnkríggj á vágni, fyrilestrar, fiskar í kørum ella kappingar av ymsum slagi. Hetta er eitt savnandi og upplýsandi tiltak, og ein slíkan dag leggja vit stríðsmál og ósemjur til viks – og njóta dagin til heiðurs fyri okkara høvuðsvinnu og teimum fólkum, sum virka í henni.


Í fiskivinnuni hava føroyingar víst stórt áræði og sjálvsálit ­– og har eru vit okkara egnu fyrimyndir. Vit tora, duga og megna nógv, tá ið tað kemur til fiskivinnu. Í hørðum stríðsmálum um fiskimark hava vit staðið við okkara sjálvsagda rætt – eisini hóast mótgang og hóttanir – og í samráðingum um øktar kvotur av uppsjóvarfiski vóru føroyingar stinnir.


Hugburðurin í okkara høvuðsvinnu er fyrimyndarligur. Vit treiskast og stríðast, tá ið tað gongur ímóti, vit tora at taka kjansir og fara eftir vinninginum, og vit missa ikki fótafestið, tá ið tað gongur við. Ein sunnur eyðmjúkleiki passar væl saman við tí framfýsna hugburðinum.


Tað kann væl vera, at vit eru eitt lítið land – og vit eru lutvíst fáir føroyingar – men við stórum áræði í mótgongd og viðgongd hava vit bygt eitt av heimsins bestu og tryggastu samfeløgum. Ikki minst takka verið fólki á sjógvi og landi, sum hava havt við fisk at gera.


***


Í gerandisdegnum eru vit mangan upptikin av okkara egnu avbjóðingum –  bæði heima og til arbeiðis. Soleiðis eru treytirnar mangan.


Samstundis vita vit, at vit eru partur av nøkrum størri. Vit eru partur av einum fólki, av einum landi, av einari tjóð. Vit bera Føroyar í huga og Merkið í hjartanum. Bæði tá ið tað gongur við, og tá ið tað stendur á. Føroyingar kunnu sanniliga standa saman, tá ið ástendur.


Í dag kunnu vit sum stór mannfjøld savnast um okkara høvuðsvinnu. Vinnan, sum á mangan hátt hevur skapt umstøður og framburð her á landi. Vit skulu vera takksom og fegin, tá ið tað gongur fiskivinnuni og alivinnuni væl. Vit skulu unna teimum, sum taka stórar kjansir, og teimum, sum stríðast á havinum, alla hugsandi vælferð og framgongd.


Vit savnast ikki bert um høvuðsvinnuna, men so sanniliga eisini um fiskimannin og familjuna. Teirra konu og børn. Vit fagnað øllum teimum, ið hava hildið út á hav at fingið fongin heim gjøgnum tíðna. Hesi hava bygt land og hava lagt lunnanar undir okkum, sum í dag laða samfelagið víðari fram á leið


Í dag møtast vit á kaiuni til hugna og samveru. Sjófólk, børn, vaksin, arbeiðsfólk, lesandi, kontórfólk, politikarar, embætisfólk og øll onnur. Fyrst og fremst eru vit føroyingar, og vit vilja øll okkara landi tað besta.


Vit vita ikki, hvat komandi dagar hava at bjóða, men vit vita, at vit hava áræði og dirvi at møta avbjóðingunum.


Eg ynski tykkum øllum hjartaliga vælkomin á Sjómannadag, og eg vóni, at vit kunnu njóta ein góðan dag saman!

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð