Lýsing
Lýsing
Lýsing

Iacta alea est

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  17.08.2019 - 23:52 Politikkur Tíðindi

Táið eg sum tannáringur, miðskeiðis í sjeytiárunum í hinari øldini, limaði meg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, var tað ikki tí at eg ætlaði mær eitt politiskt lív. Orsøkin var bert hugsjónarlig. Fyrsta greinin í stevnuskrá floksins – samtykt á stovningarfundi – í 1948 – var løðarsteinurin:

„Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.

10 ár seinri – í 1984 – komu nakrir av bygdarmonnum mínum, teir sum varðaðu av Tjóðveldisflokkinum í økinum, umborð á skipið, sum eg førdi, og teir vóru ikki ørindaleysir. Ynsktu at fáa meg á listan til løgtingsvalið tað árið. Hetta var ein rættilig avbjóðing hjá einum 28 ára gomlum skipara, men teir volaðu. Tað rakk til eitt triðja pláss eftir Signari á Brúnni og Peturi Reinert. Harvið var sjólívið bjargað.

1998 gjørdist eitt ár, sum vendi øllum á høvdið. Eftir at Signar á Brúnni varð valdur landsstýrismaður í mentanarmálum kom eg á ting og var sum tingmaður, landsstýrismaður í menta- og fiskivinnumálum og fólkatingsmaður ein partur av politisku skipanini fram til 2011, táið eg valdi at gevast og bleiv havnarmeistari við Runavíkar havn. Seinastu skjótt fýra árini havi eg verið borgarstjóri í Runavíkar kommunu - umboðandi ein borgaralista í økinum har ið eg búgvi.

Flokkurin í oynni hevur í longri tíð dyrgt eftir at fáa meg innaftur á politiska pallin og ivasemið hevur verið stórt. Stutt fyri evsta mark valdi eg kortini at dugna flokki mínum og tók av. Sum maðurin segði – Cæsar, táið hann fór um ánna Rubicone: „Iacta alea est.“ Terningarnir eru kastaðir. Nú má svíða sum svøllur.

Tjóðskaparmálið er meginmálið. Tørvur er á tjóðskaparligari sjálvsvirðing. Tað ber ikki til, at eitt av heimsins ríkastu londum framhaldandi ikki er annað í heimssamfelagnum enn hjáland hjá øðrum landi. Tí er málið, at Føroyar gerast ein statur millum statir. Kortini eftir eini skipaðari rás. Danska ríkisveitingin eigur sum skjótast at vera niðurlaðað. Farast skal undir at fáa løgreglu og dómsvald undir føroyskt ræði og uttanríkispolitikkurin skal fáast á føroyskar hendur. Umráðandi er, at Tjóðveldisflokkurin á valinum um 14 dagar fær somikið av politiskum magni, at tað ikki slepst undan einari gongd, sum setir ferðina munandi upp í tjóðskaparpolitisku gongdini fram ímóti at ein føroyskur statur verður skipaður um tjóð okkara.

Vinnupolitikkur og mentanarpolitikkur hava av góðum grundum mín stóra áhuga. Havi verið landsstýrismaður í báðum geirum. Ein greiður vinnupolitikkur má setast á skrá og fiskivinnunýskipanin, sum í ov stóran mun er merkt av politiskum neyðsemjum, eigur í størri mun at vera bøtt soleiðis, at hon verður ein marknaðargundað vinnuskipan til gagns fyri vinnuna, fiskimenninar og samfelagið. Tjóðarlaðingin á mentanarøkinum er alt avgerandi fyri savningarmegina millum fólk – høpið sum ger, at tjóðin kann standa uppi á øllum mótum. Harumframt er tað umráðandi, at sosialu javnvágirnar í samfelagnum verða stýrdar soleiðis, at tjóðin ikki liðast sundur í vinnarar og taparar.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á meg um at stilla upp. Oyggin hevur sum er onga megi í landspolitiska geiranum. Tjóðveldisflokkurin hevur onki umboð havt í 8 ár á tingi, og nú er løtan komin hartil, at oyggin fær sín rímiliga part av landsins íløgufæi tey næstu árini.

Skuldi borgarstjórin í Runavíkar kommunu verið valdur á Føroya løgting um tvær vikur, ætlar hann at sita sum borgarstjóri tað sum eftir er av kommunala valskeiðnum, um býráðið annars gevur honum heimildina til tað.

Vónandi fær Tjóðveldisflokkurin somikið dygga undirtøku á løgtingsvalinum, at hann kann halda fram við at leggja kósina - sum ræður um at røkka sjálvræði føroyinga í øllum lutum

Gott val.

Tórbjørn Jacobsen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja