Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útróður og fiskivinna - nógvur fiskur á grunnunum

SKRIVAÐ: Sámal Petur í Grund, D  |  19.08.2019 - 15:12 Lesarabrøv Løgtingsval 2019 Politikkur Tíðindi

Vit upplivdu fyri kortum at útróðrarbátanir í bólki 5B (smærri ikki vinnurekandi bátar) vóru lagdir tí dagatal teirra var uppi.

Hetta fór fram í besta útróðrarveðrið og nógvum fiski á grunnunum.

 

Útróður

Allir føroyingar, hvørt mansbarn, hava ígjøgnum øldir kunna supplera sína inntøku við at fara á flot.

Fyri árum síðani bleiv so skipanin broytt soleiðis, at báturin skuldi hava fiskiloyvi um avreiðast skuldi, og er harvið ein avmarking løgd inn í skipanina.

Umsetiligheit bleiv løgd inn í skipanina og harumframt bleiv fiskaríði avmarkað við ávísum dagatali til ymsu bólkanar.

 

Bólkur 5

Smærru útróðrarbátanir (undir 15 tons) eru í Bólki 5.

Býttir upp í A og B alt eftir um teir eru vinnurekandi ella ikki.

Í Bólki 5A hevur hvør bátur sítt egna dagatal.

Bólkur 5B  fekk felags dagatal sum var so høgt at tað nærum eingin avmarking var.

Hetta dagatal er minka ár undan ári og komið har niður, at nú árið var nærum hálvrunnið mátti fiskaríði steðgast og er tað ein skammblettur fyri politisku skipanina.

Útróður er søguligur og ein týdningarmikil partur av stoltu mentan okkara:

-       Her lærur mangur unglingi sjómanskap og áhugin fyri fiskivinni nørist!

-       Her kunnu mangar familiur leggja aftrat ársinntøkuni tá tørvur er á tí!

-       Útróðurin er eitt gott ískoyti til fiskivinnuna uppi á landi!

-       Útróðrarumhvørvið hevur eing góða ávirkan á ungdóm okkara!

-       Her fær mangur pensionistur lívsinnihald og ískoyti til pensiónina!

Útróðurin eigur ikki at vera avmarkaður av øðrum enn fiskiloyvi og veðurvánum!

Alt annað er burturvið og eitt álop á mentunnararv okkara!

 

Sámal Petur í Grund
Valevni fyri Sjálvstýri

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…