Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ingolf: Samgongan trygd fyri uppsjóvarrættindum til Vágar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.08.2019 - 23:13 Leiðarin Politikkur

Í aftursvari til Jóanis Albert Nielsen, ið rekur heimasíðuna jn.fo, sigur Ingolf S. Olsen, at um CEF-samgongan hevði slitnað, høvdu Vágar mist síni uppsjóvarrættindi. Við øðrum orðum eru rættindini sambært framsøgumanninum hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum treytað av, hvør samgonga situr við valdið.

Nógv varð annars gjørt burturúr at undirstrika, at menningarkvoturnar ikki vóru partapolitiskar. Ein nevnd skuldi gera tilmæli við støði í einari sakligari viðgerð av innkomnum umsóknum. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava seinni sagt, at latnar menningarkvotur ikki skulu rullast aftur, men gerast varandi. Har skulu tó ongar nýggjar útskrivast.

Tí tykist tað løgið at framsøgumaðurin í fiskivinnumálum nú sigur, at tað er í kraft av, at sitandi samgonga situr í Landsstýrinum, at Vágar hava síni uppsjóvarrættindi. Um rættindini ikki eru útlutað partapolitiskt, kann tað vera líka mikið, hvør samgonga situr við valdið.

Hinvegin kann tað, sum er útlutað partapolitiskt, eisini avtakast partapolitiskt. Og tá ger tað sjálvsagt mun, hvør samgonga tað er, sum situr. Men tá nú Tjóðveldi hevur lagt dent á, at menningarkvoturnar ikki eru tillutaðar partapolitiskt, er tað undranarvert, at Ingolf S. Olsen førir fram, at hansara samgonga kortini er trygdin fyri rættindunum, sum aktørurin í Vágum hevur fingið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum