Lýsing
Lýsing
Lýsing

Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  23.08.2019 - 21:44 Ítrottur Tíðindi

Hetta vikuskiftið verður DM fyri ung hildið á Greve Atletikstadion. Tær báðar, Maria Biskopstø og Vibeka Sivertsen úr Treysti fara at luttaka

Hetta vikuskiftið verður DM fyri ung hildið á Greve Atletikstadion. Tær báðar, Maria Biskopstø og Vibeka Sivertsen úr Treysti fara at luttaka. Oddvør Josephsen skuldi eisini luttaka, men hevur givið avboð vegna skaða. Tær báðar umboða Vejle IF í DM.

Í morginári skal Maria renna 400m hekkurenning og gongur væl í hesi kapping, so væl møguligt at Maria kemur á sigursskammilin. Maria byrjaði at renna hesa grein fyrr í ár og eigur føroyska metið við 66,13 sekund. Seinnapartin skal hon renna 400m og her kann væntast ein topp fimm plasering.

Vibeka skal renna 1.500m í morgin og hon ætlar at seta persónligt met. Tað er í løtuni 5.18,85 min.

Sunnudagin skulu báðar renna 800m. Vibeka ætlar her at koma undir 2.30 og seta persónligt met. Hon hevur fyrr í ár runnið teinin uppá 2.31,12 min. Maria liggur eisini væl fyri í hesi grein og rennur hon upp til sítt besta, so endar hon í topp trý.

Skrá (før. tíð):
Ley.  09.20 Maria Biskopstø  400m hekk   7 luttakarar
Ley. 11.20 Vibeka Sivertsen 1.500m 14 luttakarar
Ley. 14.35 Maria Biskopstø 400m 16 luttakarar

Sun. 10.25 Vibeka Sivertsen 800m 16 luttakarar
Sun. 10.35 Maria Biskopstø 800m   9 luttakarar

Umframt Mariu og Vibeku, so er eisini íðkarar úr báðum havnafeløgunum Bragdinum og Hvirluni.

Her finnast allir startlistar og úrslit: DM ungdom 2019

Kappingin verður stroyma og kann síggjast her: DM ungdom 2019

Vit ynskja øllum føroyingunum góða eydnu í DM fyri ung.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag