Lýsing
Lýsing

Við lóg skulu vit land byggja!

SKRIVAÐ: Hanna Jensen, F  |  26.08.2019 - 08:45 Løgtingsval 2019 Politikkur

- um at raðfesta útbúgvingar á Setrinum

Fróðskaparsetrið hevði longu eina masterútbúgving í løgfrøði, men við góðkenningini av bachelorútbúgvingini í vár varð farið undir at skipa ta siðbundnu 5 ára løgfrøðiútbúgvingina í Føroyum.

 

Undirritaða fekk atfinningar fyri at hava góðkent nýggja bachelorútbúgving í løgfrøði. Ført varð m.a. fram, at útbúgvingin í løgfrøði ikki samsvaraði við tørvin í samfelagnum, at hon vildi útbúgva fólk til arbeiðsloysi, og at útbúgvingin ikki var nóg væl fyrireikað. Eisini varð gjørt nógv burtur úr, at útbúgvingin ikki var góðkend av donskum myndugleikum.
Seinni í juli sást, at eftirspurningurin var stórur, tí heili 49 umsóknir komu inn. Sum nakað nýtt var eisini krav, at umsøkjararnir møttu til eina 4 tíma upptøkuroynd. 34 møttu til hesa upptøkuroynd. At enda fingu 22 tilboð um lestrarpláss. Stóri eftirspurningurin fær ein at ivast í, um tað kann vera rætt, at samfelagið ikki hevur tørv á slíkari útbúgving í Føroyum.

 

Uppáhaldið um at ein føroysk løgfrøðiútbúgving fer at útbúgva fólk til arbeiðsloysi leiðir til spurningin, hvat mest grundleggjandi endamálið er við at skipa egnar føroyskar útbúgvingar. Er endamálið at veita eina tænastu, sum svarar til ítøkiliga tørvin á arbeiðsmarknaðinum ávíst tíðarskeið, ella er endamálið breiðari?

Eg haldi, at endamálið er breiðari. Útbúgving má heldur enn einans at vera amboð til okkurt annað eisini síggjast sum nakað, ið er mennandi og gott í sær sjálvum, bæði fyri einstakling og tjóð. Eisini universitetsútbúgvingar hava breiðari endamál enn einans at svara til ein ítøkiligan arbeiðsmarknaðartørv.

Løgfrøði er ein slík útbúgving. Hon er knýtt at ávísum mentunarligum og samfelagsligum fortreytum, sum eru grundleggjandi øðrvísi í Føroyum enn Danmark. Tann tillaging, ið skal til, so lóg og rættarverk hóska til samfelagið, má gerast av løgfrøðingum, sum eru skúlaðir innan føroyskar samfelags- og mentunarkarmar. Onnur fara ikki at menna tilvitskuna um hetta fyri okkum. Føroysk løgfrøðiútbúgving er tískil neyðug óansæð, um arbeiðsmarknaðurin spyr eftir fleiri løgfrøðingum ella ikki.

Annars kann ikki vera rætt, at umleið 20 lesandi upptikin 2. hvørt ár er so høgt tal, at marknaðurin floymir yvir. Tilboðið fer sjálvandi at hava við sær, at fleiri, sum annars vildu farið til Danmarkar, lesa í Føroyum í staðin.

At løgfrøðiútbúgvingin, sum varð góðkend í mars mánaði, ikki var nóg væl fyrireikað, hevur heldur ikki hald í veruleikanum. Fróðskaparsetrið hevði í 2016 samrøður við føroyskar løgfrøðingar og umboð fyri føroyskar myndugleikar fyri at kanna, hvør hugburðurin var til føroyska útbúgving. Afturmeldingarnar vóru í høvuðsheitum jaligar. Grundað á hetta forarbeiði greiddu starvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini í 2017 drúgt prospekt úr hondum við eini fullfíggjaðari ætlan fyri, hvussu siðbundna 5 ára løgfrøðiútbúgvingin skuldi skipast. Bacelorútbúgvingin, sum byrjar nú fyrsta dagin, er tískil væl fyrireikað.

Nógv varð eisini gjørt burtur úr, at føroyska løgfrøðiútbúgvingin ikki var góðkend av donskum myndugleikum og ikki skuldi hava heimild í rættargangslógini.
Tað er ikki so, at danskir myndugleikar skulu góðkenna eina føroyska løgfrøðiútbúgving. Fróðskaparsetrið er javnsett donskum universitetum, og Mentamálaráðið er javnsett danska undirvísingarmálaráðnum. Fróðskaparsetrið og Mentamálaráðið høvdu fullan rætt til at seta á stovn nýggju løgfrøðiútbúgvingina.

Kortini er so, at ríkismyndugleikar hava ábyrgd av at tilnevna dómarar, advokatar og ákærar. Atgongd til hesi yrki, sum millum 1/4 og 1/3 av føroyskum løgfrøðingum velja, er treytað av, at ein føroysk útbúgving kann metast ájavnt við tær donsku. Atfinningin móti undirritaðu og Setrinum var, at verandi lóggáva – og uppskotið til nýggja rættargangslóg – ikki heimilaði slíkari javnmeting.

Men ikki kann tann lógartulkingin hava havt nógv upp á seg, tí danska løgmálaráðið hevur júst í seinastu dagføringini av uppskotinum til rættargangslóg fyri Føroyar (sum í løtuni liggur til hoyringar á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni) ikki hildið tað vera neyðugt at broyta lógartekstin, men nøktandi einans at seta stutta viðmerking inn um, at føroysk útbúgving lýkur kravið, um hon kann javnsetast við tær donsku.

Nøkur siga, at Fróðskaparsetrið skal halda seg til sokallaðar nissjuútbúgvingar heldur enn at raðfesta stórar klassiskar útbúgvingar sum løgfrøði, búskaparfrøði ella medisin. Eg eri
ikki samd í hesum.

Sjálvsagt skal so stór verkætlan sum t.d. medisinútbúgving gerast við skili og við neyðugari góðskutrygging í samstarvi millum útbúgvingarstovn og heilsuverk. Hinvegin eru stórir møguleikar í slíkari útbúgving, har avkastið kann blíva sera stórt bæði í mun til at menna servitan og gransking í serføroyskum sjúkum og ikki minst í mun til at loysa álvarssama trupulleikan við læknatroti í føroyska heilsuverkinum.

Eg vil virka fyri, at Fróðskaparsetrið – umframt at fáa betri fysiskar karmar – eisini í næstum kann fara undir enn fleiri útbúgvingar, sum eru týðandi fyri okkara tjóð, men eisini geva teimum ungu møguleikan at taka týðandi útbúgvingar heima í Føroyum á ungum árum, tá tey eru serliga viðbrekin og ofta festa búgv og fáa sær egna familju.

Vilt tú sum eg, so taki eg tað sum ein heiður at tæna í politisku skipanini og byggja okkara land enn meira!

 

Hanna Jensen. Tú finnur meg á lista F - Framsókn

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…