Lýsing
Lýsing
Lýsing
Odd Eliasen er stjóri á Havsbrún. Borgarin i baksýni | Mynd: Jóhann Lützen

Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2025 - 16:13 Tíðindi Vinna

Alivinnan saman við fiskivinnuni á sjógvi og landi átti at verið umsitin av sama landsstýrisfólki, sigur Odd Eliasen

 

(Grein úr blaðnum) 

 

Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Odd Eliasen, stjóra á Havsbrún í Fuglafirði, og fekk hann at seta orð á, hvussu fyritøkan byrjaði, hvørjir førleikar eru har í dag, og ikki minst um ta gransking, ið fer fram á Havsbrún í dag. Havsbrún er nevniliga ein stak framkomin fyritøka við einum sera fjøltáttaðum starvsfólkahópi.

– ”Farið varð undir at byggja Havsbrún í 1965, og fyritøkan byrjaði í 1966, og sostatt er talan um eina rímiliga gamla føroyska fyritøku. Móttøkuorkan var tá 500 tons, og tað var Norðhavs-sildin, ið var høvuðsfiskaslagið. Síðani er fyritøkan ment áhaldandi, og kann í dag taka ímóti 2.500 tonsum av fiski, altso ein fimmfalding av móttøkuorkuni. Í 1980’unum, tá alingin tók seg upp, fór Havsbrún undir at framleiða laksafóður. Í september 1988 bleiv ein laksaverksmiðja tikin í nýtslu, og tá metti man, at samlaða laksaframleiðslan í Føroyum fór at vera 10.000 tons”, greiðir Odd Eliasen frá, og heldur fram:

– ”Sum øllum kunnugt bleiv laksaframleiðslan nógv størri enn tað, og í dag hava vit 2 linjur, sum tilsamans framleiða 150.000 tons ella 600 tons um dagin. Í 2019 gjørdu vit eina lítla verksmiðju, sum tekur ímóti innvølunum av laksi, og har framleiða vit so laksamjøl og laksalýsi. So vit hava 2 stórar verksmiðjur, Mjøldeild og Fóðurdeild, og so eina lítla, sum framleiðir laksamjøl og laksalýsi. Vit eru í dag umleið 100 starvsfólk – talið svingar eitt sindur – og vit hava ligið harum í fleiri ár nú, ikki minst tí at vit hava dugað at automatisera virksemið í mun til nøgdirnar, sum vit framleiða”, sigur Odd. Síðani spyr Norðlýsið, hvussu framleiðslan typiskt gongur fyri seg:

– ”Báturin kemur inn her, verður landaður, og eini 85% av fiskinum er svartkjaftur. Hartil koma avskurðir frá uppsjóvarvirkjunum, til dømis sild, makrelur og gulllaksur. Tað verður gjørt á tann hátt, at vit kóka rávøruna, síðani verður vatnið pressað frá, og síðani verður tað centrifugerað soleiðis, at lýsið skilir seg frá vatninum. So er lýsið klárt at koyra í tangarnar, meðan fiskakjøtið kann fara til turkingar í fleiri umførum, og tað verður gjørt varliga, soleiðis at proteïnini verða gagnnýtt sum best og sodna betur. So hava vit 2 vørur; fiskamjøl og lýsi”, sigur hann.

 

Eisini gransking

– ”Starvsfólkaviftan á Havsbrún er øgiliga breið. Vit hava summi fólk við fólkaskúlaútbúgving, vit hava nógvar smiðir, og so hava vit verkfrøðingar og onnur við longum akademiskum útbúgvingum. Eisini eru fólk við miðallongum útbúgvingunum, og vit hava tveir Ph.D.’ar í starvi. Annar, Rúni Weihe, er leiðari av Fóðurdeildini, og hin, Hans Jákup Jacobsen, er granskingar- og menningarleiðari, so vit eru væl fyri í mun til útbúgvingar, eins og vit hava vanlig arbeiðara-arbeiðspláss”, sigur stjórin á Havsbrún. Norðlýsið spyr í sambandi við tað um, hvat Havsbrún granskar, og stjórin svarar:

– ”Vit hava granskað rættiliga nógv í teimum rávørunum, sum vit fáa inn, t.v.s. fiski, og vit hava granskað rættiliga nógv í fóðuri. Eisini granska vit, hvussu fiskamjøl og lýsi ávirka laksafóður og harvið laksin. Kunnu vit fáa laksin at vaksa betur?, er ein spurningur, eins og um vit kunnu fáa góðskuna betur, lægri deyðiligheit og so víðari. Vit hava framt einar 40 stjórar verkætlanir seinastu 15 árini, har vit hava samstarvað við granskingarstovnar í Norra og í Íslandi og við alarar í bæði Føroyum, Skotlandi og Norra. Bakkafrost er tað heilt stóra laboratoriið, har vit fáa avprøvað hesi tingini javnt og samt”, sigur Odd. Hann kemur síðani inn á skalering:

– ”Vit fáa koyrt rættiliga stórar verkætlanir, har til dømis ein millión fiskar verða samanbornir við eina aðra millión av fiskum onkra aðrastaðni, so verkætlanirnar kunnu vera í heilt stórari skala.

Úrslitini hava millum annað verið brúkt til at gera tillagingar av fóðrinum. Fiski tørvar ikki tað sama, tá hann vigar 200 gram, 500 gram ella 1 kilo, sum tá hann vigar 5 kilo – tað eru heilt øðrvísi fysiologiskir tørvir, og tað skal fóðurið so lagast til. Í fjør kannaðu vit 6 ymiskar typur av mjøli, ið vóru komnar inn á virkið hjá okkum. Góðskan var ymisk – heilt feskar rávørur, nokkso feskar rávørur, minni feskar rávørur, gott slógv, minni gott slógv og vánaligar rávørur. Vit framleiddu somu vøru við 6 ymiskum góðskum, og hugdu so at, hvussu tað ávirkaði fiskin. Tað, sum vit sóu, var, at jú feskari fiskamjølið er, skjótari veksur fiskurin, og lægri verður fóðurfaktorurin”, sigur hann.

 

Optimering og skjalfesting

– ”Vit hildu okkum gamaní longu vita júst tað granskingarúrslitið, men við at kanna tað, fáa vit nú dokumenterað tað, og nú tað fyriliggur, fáa vit tillagað fóðurið nógv meira málrættað. Tað tekur tíð; akkurát hetta tók eitt ár ella eitt sindur meira. Vit koyra einar 2-4 granskingarverkætlanir um árið, har vit hyggja at ymiskum. Fyrst og fremst hava vit kannað, hvussu fiskamjøl og lýsi klárar seg mótvegis vegetabilskum evnum, men nú er tað ”in”, at hugt verður at CO2-útláti eisini, og tað hava vit so eisini roknað uppá. Við at brúka marinar rávørur; fisk, sum er fiskaður sunnanfyri ella eystanfyri, og samanbóru tað við vegetabilskar rávørur, so sóu vit, at við at gera tað upp á okkara máta, liggja vit 25% lægri í CO2-útláti, og tað er nakað, fólk spyrja okkum um”, greiðir Odd Eliasen frá. Um kostnað sigur hann:

– ”Tað er øgiliga trupult at meta um, hvat granskingin hevur at siga í krónum. Men fleiri milliónir kostar tað, og møguliga tveycifrað milliónaupphæddir, hevði tað kostað, um vit skuldu keypt okkum til granskingarverkætlanirnar uttanhýsis”, sigur Odd at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samtalur, bindiklubbar og spontanir kaff…
Forvitnisligar royndarverkætla­nir á Skúl…
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg
Her sæst KÍ dysturin hóskvøldið
Postkort úr Finlandi
Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálkin…
Hóskvøldið spælir NSÍ altjóða dyst í Kla…
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)