Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skrá fyri politisku val cafeirnar hjá lokalfeløgunum í norðoyggjum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  28.08.2019 - 08:30 Politikkur Tíðindi

Tað er ein sera góð siðvenja at fólksligu og hugnaligu café-irnar hjá polittisku lokalfeløgunum í Norðoyggjum bjóða fólki inn til prát hugna og annað gott.

Vanligt er at valevnir vitja inn á gólvi hjá kappingarneytunum og ung sum gomul vitjað runt  býin har flokkarnir halda til. Stemningurin er í topp og hugurin at práta og bjóða okkurt gott undir tonna er sera góður.

Vit hava kaga í myndasavni og niðanfyri vísa vit myndir frá veljarafundum o.ø. í samband við løgtingsval sum hava verið seinastu árini.

 

Café hjá Norðoya Fólkaflokksfelag

er við Klaksvíksvegi í kjallaranum har matstovan Angus Steakhouse heldur til.

Opið er hvørt kvøld frá kl. 20:00 - Tó sjálvan valdagin frá kl. 10:00.

 

Café hjá Norðoya Sambandsfelag

er í hølunum hjá Garpar við Klaksvíksvegin.

Í kvøld, týskvøld, kl 20.30 vitjar formaður flokksins, Bárður S. Nielsen.

Hóskvøldið fer Jens Jensen, fyrrverandi løgreglumaður at greiða frá cannabis og euforiserandi stoffum. Danny spælir.

Fríggjakvøldið eftir gekkin kemur nýggi stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, Alexsandra á Dul at tosa um "Klaksvíkar sjúkrahús , ein hornasteinur í Sjúkrahúsverkið Føroya". Hallur Joensen spælir. Hvørt kvøld verða lokalu valevnini at hitta. 

Norðoya Sambandsfelag hevur valcafe við Klaksvíksvegin hjá Gørpum, í ovara parti av bygninginum, omanfyri Rúsuna, í hølunum har FullPower var. (Gamli handilsbygningurin hjá Jóhannes úr Hvalvík)

 

Café hjá Norðoya Javnaðarafelag

er í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum.

Café-C hevur soleiðis opið:

Mánakvøldið: 20.00 til 22.00

Týskvøldið: 20.00 til 22.00

Mikukvøldið: 20.00 til 22.00

Hóskvøldið: 19.00 til 21.00 Ungdómstiltak, umboð frá hinum flokkum eru bjóða til kjak o.a.. Cafe-in er opin til kl. 22.00

Fríggjakvøldið: 20.00 til 23.00 Eyka verður gjørt burturúr.

Leygardagin er opið frá kl. 10.00

Møguleiki er hvørt kvøld at møta floksins valevnum.

 

Café hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag

Norðoya Sjálvstýrisfelag skipar fyri Pup Quiz í ”Café D” í Nólsoyar Pálsgøta 16.

Dyrnar lata upp kl. 20 og kl. 21 byrjar quizzin, har sjálvur kongurin av quiz, Kristian Joensen, er við róðrið. Tað verða tríggjar rundur, ein kl. 21, ein kl. 21.30 og tann seinasta kl. 22. Tað kunnu í mesta lagi vera 3 fólk á hvørjum liði. Sera góður vinningur.

 

Cafe hjá Norðoya Tjóðveldisfelag

er á loftinum hjá Norðoya Kunningarstovu

Mikudagin 28. august.
Kl. 18 letur kafEin upp.
Vit bjóða nátturða.
19.30 fara vit til valfund á Skúlatrøð.
21.15 Repubkviss við Unga Tjóðveldinum


Hósdagin 29. august
KafEin letur upp kl. 19.
Tónleikur, hugni og politiskt prát.


Fríggjadagin 30. august.
KafEin letur upp kl. 19.
Tá ið formannsumfarið er liðugt, verða hugni og tónleikur, og valevnini fáa orðið.


Leygardagin 31. august.
Kl. 10 - kafEin letur upp og hevur opið allan dagin.
Ynskja tit bil til valstaðið - ring til Jacquelin tlf. 289118

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…