Lýsing
Lýsing
Lýsing
Maria við gullheiðursmerkinum í 400m rimarenning

DM ung: Maria bleiv danskur meistari

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  27.08.2019 - 22:55 Ítrottur Tíðindi

Maria Biskopstø úr Treysti gjørdist í vikuskiftinum danskur meistari í 400m rimarenning (hækkeløb) fyri gentur 16-17 ár

DM fyri ung bleiv hildið á Greve Stadion í sera góðum veðri, nógvum hita og sera góðum umstøðum fyri bæði íðkarar og áskoðarar. 

Treysti hevði tveir íðkarar við. Maria Biskopstø (gentur 16-17), sum rann 400m rimarenning, 400m og 800m og Vibeka Sivertsen (gentur 14-15), sum rann 800m og 1500m.

Fysta kapping leygarmorgunin var 400m rimarenning hjá Mariu. Frammaundan bóru hennara tíðir á teininum boð um, at hon burdi komi á sigurspallin. Frásøgumaðurin nevndi hana at vera favorit at vinna. Hon var greitt á odda í byrjanini, men á teimum seinastu metrunum bleiv veruligur spenningur um fyrstaplássið, men Maria, við sínum góða stríðsvija, bleiv fyrst um málstrikuna og gjørdist sostatt danskur meistari í hesi grein. Tíðin bleiv 1.06,43 min., sum bert er 30/100 frá hennara bestu tíð og føroyska meti.

Nakað seinni skuldi Vibeka royna seg á 1500m. Hitin var nógvur og tað darvaði allar longru renningarnar, men hon megnaði tó at seta personlig met, sum eisini var hennara málsetningur frammanundan. Tíðin hjá henni bleiv 5.18,45 min.

Seinnapartin skuldi Maria aftur í eldin. Nú var tað 400m, sum hon hevur runnið undir 60 sek. í øllum kappingum í ár. Tað gjørdi hon aftur hesuferð og rakk tað til eitt flott fjóðrapáss við 59,92 sek.

Sunnudagin skuldu báðar renna 800m. Fyrst var tað Vibeka, sum hevur roynt at runnið undir 2.30 min. alt hettar kappingárið uttan tað hevur eydnast. So nú skuldi tað verða. Hon kom í ein riðil, sum passaði henni sera væl og um hon vann riðilin, so var líkt til at tíðin mátti blíva undir 2.30. So tað var ein tendra Vibeka sum legði til brots, og rann fyrra umfar sera væl og um hon helt góðu ferðina, so kom hon undir málið. Hon gav seg alt tað hon átti, vann riðilin og urið steðgaði á 2.27,83 min. tá hon fór fyrst um málstrikuna. Tað var eisini ein sera glað Vibeka, sum fór um málstrikuna. Samanlagt bleiv hon nummar sjey. 

Maria fór eftir at renna ein taktiskan 800m, har málið fyrst og fremst var at fáa heiðursmerki. Tað gjørdi hon til fulnar. Hon rann væl taktiskt og kom á skammilin. Eftir fyrra umfar lá hon væl fyri á fimta plássi tá. So byrjaði hon at taka seg fram í feltinum. Tá avtornaði, so rann hon so mikið væl, at tað bleiv til eitt silvurheiðursmerki. Tíðin bleiv 2.16,71 min.

Hinir føroysku íðkararnir, úr Bragdinum og Hvirluni, stóðu seg eisini væl og vunnu fleiri heiðursmerkir.

Øll úrslit eru at finna her: Úrslit DMU 2019

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan