Lýsing
Lýsing
Lýsing

Neyðugt hjá okkum í felag at verða meiri engasjerað

SKRIVAÐ: Gunvá við Keldu, býráðslimur  |  28.08.2019 - 10:31 Lesarabrøv Politikkur

Sendi øllum løgtingsvalevnum í Norðoyggjum, hesa áheitan, nú løgtingsvalið stundar til. Eg havi fyrr gjørt vart við hetta

At Norðoyggjar eru so mikið væl fyri, og arbeiðsloysið so lágt, er fyri tað allarmesta vinnulívinum at takka. Fyrst fiskivinnuni, sum bygdi Norðoyggjar, og síðani alivinnuni, sum er komin so sera væl við. Hesi bæði hava syrgt fyri, at eisini avleiddu vinnurnar eru øktar og í dag hava tað gott.

At Norðoyggjar hava so frægt av almennum stovnum, er ótroyttiligum og treiskum fólkum við góðum framtíðarhugsanum, at takka. Teimum, sum búleikaðust í Norðoyggjum í 20. øld. Hugsi serliga um Klaksvíkar Sjúkrahús, sum varð stovnsett av norðoyingum og eystara parti av Eysturoynni. Húsarhaldsskúla Føroya, sum varð settur á stovn av kvinnum heimahoyrandi í Norðoyggjum. Sjómansskúlan og Tekniska Skúla, sum báðir vórðu grundlagdir av arbeiðssomum fólki við hugsjónum, og somuleiðis tey sum gjørdu arbeiðið, so vit tíðliga fingu el-verk. Bara fyri at nevna nøkur dømi.

 

Ein trítrinsrakett

Hvussu hevur so verið seinna partin av 20. øld og frá ár 2000? Vit síggja skjótt, at vit hava ikki fylgt við sammett við fleiri onnur øki í landinum.

Um vit samanbera okkara økið við onnur øki í landinum, hevur ein trítrinsrakett møguliga givið okkum eitt afturhald.

Fyrst syrgdu okkara politikkarar fyri at taka politiskt valda sjúkrahússtýrið av. Hetta gjørdi, at okkara vælvirkandi Klaksvíkar Sjúkrahús við sínum táverandi sergreinum ikki fekk nóg góðar sømdir at virka.

Harnæst, syrgdi politiski myndugleikin fyri, at Føroyar gjørdist eitt valdømi, tað hevur gjørt, at almennir stovnar úti um landið, við tilhoyrandi avleiddum vinnum, spakuliga eru vorðnir veikari.

Og seinast, sum kanska eisini er mest álvarsamt, at vandi er fyri, at vit síggja minni og minni veruligar uppgávur lagdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og játtanir, ið fylgja við. Hetta fer at minka um arbeiðsplássini og uppgávurnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi komandi árini.

 

Uppskot ikki nóg væl gjøgnumarbeitt

Eitt kent dømi var ætlanin at troðka eina vælvirkandi Heilsumiðstøð inn í Klaksvíkar Sjúkrahús, uttan nakra útbygging, og við tí taka pláss fyri lættari at prógva, at her var ikki pláss fyri meiri virksemi. Hóast 15 mió. kr. vórðu játtaðar, sum ikki er nógvur peningur, so var málið alt ov illa gjøgnumarbeitt og viðkomandi partar vitstu ov lítið. Tí kom hetta mál ikki ígjøgnum – tíbetur.

Tað ber ikki til at kroysta eina so stóra broyting inn á verandi fermetrar, uttan at tað ger umstøðurnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verri. Eftirfylgjandi er onki hoyrt um játtanina, sum varð markað Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Ynski við hesum skrivi at gera vart við, at neyðugt er við einum nógv tættari sambandi, enn verið hevur. Har løgtings- og býráðslimir, vinnan og borgarar annars, miðvíst hittast og arbeiða við teimum stóru linjunum, og ikki minni vita av hvørjum øðrum.

Hetta er neyðugt, sum ein verja fyri m.a. Klaksvíkar Sjúkrahús og so nógv annað alment, eins og privat, virksemi, so vit ikki uppliva »ad hoc« loysnir, sum ikki eru gjøgnumarbeiddar. Havi valt at senda tykkum hesa áminning nú undan løgtingsvalinum, og er skrivið sent til øll uppstillaðu løgtingsvalevnini í Norðoyggjum.

Fyri meg er hendan áheitan ikki nýggj, havi fyrr gjørt vart við hetta bæði í Klaksvíkar Býráði, eins og í greinum.

 

Gunvá við Keldu

Býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
– ikki uppstillað til Løgtingið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum