Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bárður á Steig Nielsen á Sambandskafé í Klaksvík í gjárkvøldi. Bárður hevur tað sum blomman í egginum. Fær hann eitt nóg gott val, kann hann velja og vraka ímillum samgongufelagar | Mynd: Oliver Joensen

Eitt val millum samgongu og andstøðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.08.2019 - 13:29 Leiðarin Politikkur

Allar ábendingar, sum eru seyraðar út og beinleiðis proklameraðar í valstríðnum siga, at verandi býtið millum andstøðuflokkar heldur fram aftaná valið. Teir tríggir samgonguflokkarnir halda fram saman, men kanska sum andstøða í staðin. Og teir fýra andstøðuflokkarnir eru eisini ein eind, men kanska ein samgongueind í staðin. Spírin til føroyskan blokkpolitikk er nú lagdur.

Skuldina, ella æruna – tað veldst um sjónarhorn – fyri hetta eigur løgmaður, Aksel V. Johannesen. Hansara avskriving av Fólkaflokkinum sum møguligan samgongufelaga hevur skapt verandi dimensión í føroyskum flokspolitikki. Fólkaflokkurin harmast sjálvsagt um hetta, men tað avmarkar eisini Javnaðarflokkin.

Hóast hvørgin flokkurin alment sigur tað ella avskrivar samgongumøguleikan, so er ísakalt ímillum Fólkaflokkin og Tjóðveldi, og tað verður ikki í bræði, at fullveldissamgongan sum vit kendu hana, verður tiðnað aftur. Fólkaflokkurin vil avtaka sum mest av fiskivinnunýskipanini hjá Tjóðveldi, og tað sigur Tjóðveldi kortanei til. Onki bendir á, at annar fer at bakka, og eiheldur á, at teir finna nakað kompromis.

Sambandsflokkurin hevur tað sum blomman í egginum. Fær hann eitt nóg gott val, kann hann velja og vraka ímillum samgongufelagar. Tjóðveldi er sjálvsagt síðsta val, men sjálvt ikki tað er útilokað. Men Sambandsflokkurin kann fyrst fara í eina borgarliga samgongu við Fólkaflokkin, ella í eina sambandssamgongu við Javnaðarflokkin. Tveir møguleikar, sum flokkinum helst dámar næstan líka væl. Og ísveggurin millum A og E merkir, at flokkurin ikki nýtist at stúra so nógv, tí ríkisfelagsskapurin er tryggjaður; her verður ikki nøkur fullveldissamgonga. Onki verður at ivast í, at bæði Jørgen Niclasen og Aksel V. Johannesen fara at hyggja ásttiknir at Bárði Nielsen valkvøldið, um samgongan missir meirilutan.

Teir báðir nýggju flokkarnir verða spáddir til ikki at koma upp um tinggáttina. Hetta er væl skilligt, tí fyri veljararnar hjá teimum stóru flokkunum er hetta eitt alt ov týdningarmikið val til at taka nakrar kjansir. Samgongustuðlarnir fara talsterkir á val fyri at tryggja sitandi samgongu framhaldandi meiriluta, og fyri andstøðuveljararnar er tað altavgerandi at fella samgonguna. Fleiri munnu hugsa, at tey væl kundu stuðlað nýggju flokkunum, men kanska næstu ferð. Hesa ferð snýr tað seg um at fella ella bjarga sitandi samgongu.

Føroya fólk er polariserað sum ongantíð áður. Miðstaðarøkið ynskir eina sentrala fordeiling, men útjaðarin vísir tenn og vísir øllum tílíkum tonkum burtur. Kortanei til miðsavning, eisini um hon er skilagóð. Og somuleiðis sigur miðstaðarøkið kortanei til desentralisering ella útjavning, eisini um hon er skilagóð. Nú ræður tað um at verja sítt territorium.

Veljarakanningarnir eru bestu prógvini um, at polariseringin ikki minst er partapolitisk. So gott sum allar kanningarnar vísa fifty-fifty millum andstøðu og samgongu, har tær flestu geva andstøðuni tað seinasta og 33. mandatið. Vit hava næstan altíð verið kloyvd í tvey í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna, men nú eru vit tað so eisini í bæði vinnupolitikki og í spurninginum um miðstað og útjaðara. Og fjórða dimensiónin, tann átrúnaðarliga-sekulariseraða, liggur og lúrir, hóast hon er rættiliga niðurtónað í mun til hinar báðar ella tríggjar.

Men hvat antin tú ert fiskimaður í útjaðaranum, situr á skrivstovu í Havn og nýtur ein góðan caffè latte, heimastarvandi húsfaðir, ella tú følir teg púra einsamallur, tí tú ert tjóðveldisveljari í Klaksvík ella miðflokkaveljari í Havn, so lætt tær kortini á og far á val leygardagin. Og tak ein við, sum heldur vil sita í sofuni uttan at spyrja, hvat hon velur. Tí leygardagin fagna vit fólkaræðinum.

Gott val, øll somul!

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…