Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ábyrgd

SKRIVAÐ: Pól Huus Sólstein, A  |  30.08.2019 - 11:35 Løgtingsval 2019 Politikkur

Orð kunnu verða nýtt til at oyðileggja alla verðina. Men orð kunnu eisini nýtast til at gera heimin betri.  Eisini Føroyar. Uppundir eitt val eru tað bert orð vit hava sum politikarar.

Sum verðin gerst minni og minni, so gerst tað eisini lættari fyri okkum menniskju at leggja til merkis hvussu lík vit øll eru; at vit øll í grundini ynskja tað sama í lívinum. At vit øll vónrík vilja liva okkara lív við einum máti av gleði og innihaldið fyri okkum sjálvi og okkara familjur. Og vit sleppa ikki undan  at røra lívið hjá øðrum, bara at vera til, ikki minst sum politkari.

Øll stremba vit eftir einum samfelagi sum tryggjar okkara borgarum bestu livikor og møguleikar Og álit og tiltrúgv er okkara besta amboð, at menna okkum sum menniskju og tjóð. Eitt er givið, at sum politikkara er okkara fremst ábyrgd, at finna eitt felagsstev, at finna okkara lag, samansjóða heldur enn at seta kýlar í. Eitt samfelag sum rúmar BÆÐI OG heldur enn ANTIN ELLA. Og lat tað vera sagt, at eitt fyribrygdi sum VIT og TIT als ikki hoyrir heima í einum samfelag við gott 50.000 fólkum.

Politikkur er raðfesting. Og her er munurin, hvussu vit koma fram á leið. Fólkaflokkurin vil stríðast fyri virðisvøkstri og skapan av ríkidømi, sum vit kunnu deilast um, øllum í samfelagnum at frama. Meðan Javnaðarflokkurin og nú eisini Tjóðveldisflokkurin stríðist móti ríkidømi, við javnaði sum herrópi. Hetta er munurin. Og sum um tað ikki var nokk, so hava hesir lyndi til at tilskila sær einkarrættin uppá at verða medmenniskjaligir.

Um vit framhaldandi skulu hava eitt gott og ríkt og gevandi vælferðarsamfelag, er tað av allarstørsta týdningi, at vinnan hevur og fær tey gróðrarlíkindi hon hevur uppiborið. Tænastuvinna, alivinna, byggivinna, ferðavinna, og ikki minst fiskivinnan. Men fiskivinnan hevur verið fyri tí vanlagnu, at onki álit er eftir millum politisku skipanina og vinnuna. Hetta er ikki haldført.

 

 

Sjálvandi eiga vit øll ríkidømi í havinum. Alt Føroya fólk.  Eitt fiskiloyvi er ikki nakar blankokekkur til reiðaran, men eigur at verða álitisváttan til eitt reiðarí um at menna okkara land  á ein sosialan, umhvørvisligan og fíggjarligan burðardyggan hátt, okkum øllum at frama.

Eitt fiskiloyvið gevur reiðaríðnum brúksrætt til at umsita okkara ríkidømi, men við fiskiloyvinum liggur ein tiltrúgv og ein óskriva avtala við reiðaríðið um at umsita ríkidømi við skynsemi. Og lat tað verða sligið fast við 10-tumma seymi, at onki fiskilovyi verður selt av landinum til útlendingar. Onki

 Vit skulu duga at fegnast um tey sum hava pening, tá tey skapa virðir og seta ígongd ymiskt. Men tað gevur teimum eisini eina serliga ábyrgd bæði fyri starvsfólki og ikki minst fyri samfelagnum.

Lívið og ikki minst vinnulívið hevur lært meg, at múgvandi fólk sum hava nógv og ráða nógvum, hava eina serliga moralska skyldu yvir fyri samfelagnum. Tey hava skyldu til at síggja fram um sína egnu nøs, og ansa eftir samfelgsins áhugamálum, antin so tað eru íverksetar, stjórar, nevndarlimir, reiðarar ella fólkavald. Vit eru sum menniskju ófullkomin, og vit skulu vita, at tað er alt ov lætt at gerast offur fyri hugmóð, valdið og valdsmisnýtslu.

Fyri nógvum árum síðan stóð eg við eina bússu í durinum á einum barnaheimi í Calcutta í India. Barnaheimi hjá Móðir Theresu. Hendan ímyndin av hjálpsemi og eyðmýkt.  So ófullkomin sum eg var, og sum menniskju flest, lat eg ikki allar pengarnar sum eg hevði, men ein mola av mínum ríkidømi. Men tað sum sló meg hendan dagin var ein skrift á bróstinum inni á hesum barnaheimi: 

Mest ræðuliga fátækradømi er einsemi, og kenslan av ikki at verða elskaður.

Føroyar eru ríkar, men vit skulu ikki gloyma okkara menniskjaliga ríkidømi, at verða har fyri teimum sum liva eitt lív í einsemi. At vit fevna øllum okkara borgarum; stór og smá, høg og lág, gomul og ung, frísk og sjúk so tey sum eru forfjónaði av einari ella aðrari orsøk.

Eg vil berjast fyri, einum samfelag har vit hava álit á hvørjum øðrum; at vit virða hvønnannan, har vinnulívið tekur ábyrgd, at vit øll kunnu virkað og trívast, og  eitt samfelag har vit hava  umsorgan fyri øllum teimum sum hava hesum fyri neyðini.  

Gott val. Pól Huus Sólstein

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja