Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løntakarin eigur sína løn

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  30.08.2019 - 18:45 Løgtingsval 2019 Mentan Tíðindi

Fólkaflokkurin hevur tað grundsjónamið, at  løntakarin skal hava størsta partin av síni løn eftir, tá skatturin er farin av.  Løntakarin hevur fyrsta rætt til sína løn og ikki tað almenna, óansæð um tíðirnar eru góðar ella minni góðar.  Hetta skuldi verið sjálvsagt.

Sýnist sum tjóðveldi, javnfl og framsøkn vilja  venda ognarrættinum til lønina á høvdið. Landskassin skal fyrst hava sítt og síðani kann løntakarin náðiligast fáa sín part av síni egnu løn.Umboð fyri Framsøkn segði í kjaki, at vit kundu ikki geva skattalætta, tí tíðirnar vóru ov góðar til tað. 

At ráða yvir egnari løn – bæði í góðum og ringum tíðum   hevur nakað við ognarrætt og persónligt frælsi at gera. Ogn er ogn,  óansæð um tíðirnar eru ringar ella góðar. Tað almenna skal halda aftur við virksemi  í góðum tíðum, men skal ikki taka ræðið á skattaborgarans peningi. Tað er skattaborgarans ogn. 

Vit eru tó øll noydd at gjalda okkara part  til vælferðarsamfelagið, og tað er neyðugt. Tað er tí sera umráðandi, at skattaborgarans peningur verður skynsamt umsitin við stórari ábyrgdarkenslu. Vit skulu syrgja fyri, at  skattgjaldarin fær sum mest fyri skattakrónurnar, sum hann letur í felagskassan. Mín persónligi dreymur er, at ongin skal rinda meir enn 30 % í skatti og avgjøldum av lønini.  Eg havi tað álit á fólki, at tey vita best, hvat teirra peningur skal brúkast til og ikki ómynduggera fólk. Fólkaflokkurin er besta trygdin fyri, at skattaborgarans peningur verður rætt og bíligast umsitin og við tí lægst møguligum skatti til okkum øll. 

Nátúrligi Inntøkuvøksturin síðstu 4 árini hevur verið uml. 1 milliard umframt eykaskatt og eykagjøld, sum samgongan hevur lagt á vinnuna og borgarin. Men hevur løntakarin merkt nakað til tað ?  Er hendan milliardin komin út í hvønn krók og inn í hvørja stovu ? Svarið er eitt greitt nei. Nógv tann størsti parturin av hesi milliardini er farin aðrastaðni millum skinns og hold. Bara  Glasir kostaði 400 milliónir meir enn ætlað. H-bygningurin kostar útvið 100 milliónir meir enn ætlað. Hetta eru bert tvey fesk dømir, sum standa klárast í minninum. Hesum skulu vit burtur frá. 

Vit náddu ikki á mál í undanfarnu borgarligu  samgongu, men fáa vit veljarans álit , so taka vit arbeiðið uppaftur, har vit sleptu, og fáa fólkið  aftur í fokus.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingslimur og valevni fólkafloksins.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd