Lýsing
Lýsing
Lýsing

Reyp javnaðarmanna og neyðarróp føroyinga

SKRIVAÐ: Jenis av Rana, H  |  30.08.2019 - 23:22 Løgtingsval 2019 Politikkur

Hoyrdi tú neyðarrópini frá Boðanesheiminum, ið útvarpið bar okkum í dag, og sást tú sorgarsøguna um demensveruleikan, sum sjónvarpið vísti okkum í kvøld?

Eg sá, hoyrdi, øtaðist og hugsaði: í hvørjum landi munnu hesi javnaðarfólkini búgva, Aksel, Eyðgunn og allur riðilin, sum seinastu vikurnar aftur og aftur hava endurgivið  tøl, stabbar, kurvar og procentir í royndunum at sannførða seg sjálvi um, hvussu væl tey hava skipað Føroyar?  


Tó, hetta er ikki nýtt! Tey slongja um seg við Ginitølum, Hoover indexi, fimtingslutfalli v.m., v.m., í royndum sínum at sannførða føringin um, at ójavnin er vorðin minni. Og eg hugsi, jamen lurta tey ikki, síggja tey ikki, hoyra tey ikki? 


Hví tosa tey um amerikumannin Hoover og danska Ginitalið, meðan føroyingurin Petersen flytur av landinum undan tí ójavna, tey hava skapt- og tað í bestu gulltíð? Hann og familjan, ið fluttu í vár, og onnur við teimum, fluttu úr tí landi, tey elskaðu, tí tey høvdu ikki ráð til tak yvir høvdið?


Niðurstøða mín er, at tey hava mist sambandið við tað fólk, tey liva ímillum!


Høvdu gomlu javnaðargarparnir vita til sín, tey, sum vágaðu og tordu- og ikki bert snakkaðu.


Sanniliga er tíðin komin hjá føroya fólki at skifta manningina út!  


Jenis av Rana,


Formaður Miðfloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…