Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nærdemokrati virkar best

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.08.2019 - 05:00 Leiðarin Mentan Politikkur

Søguliga sæð hevur tað altíð verið, tá politikkurin er sprottin úr lokaløkinum, at vit hava fingið tær loysir, sum passa borgarunum best. Og hetta var innbygt í gomlu valskipanina. Men nú við bert einum valdømi mugu vit veruliga hugsa strategiskt, og tað kann tykjast órógvandi, men tað er neyðugt.

Tá vit bygdu land, so var tað við støði í bygdini, oynni og regiónini. Heilt frá byrjan høvdu víkingarnir lokal várting, har teir avgjørdu og tingaðust. Føroyar vóru seks øki frá byrjan. Síðani kom lensharratíðin og henni á baki amtstíðin. Hvørgin var góð fyri Føroyar. Lensharrar, sum aldrin komu til Føroya og tað onki nyttaði at skriva til. Amtmenn, sum vardu einahandilin í Havn.

Men tá vit fingu kommunur í 1872, fór landið at blóma. Stórur fólkavøkstur, og vit fingu basalar tænastur sum løgreglu, renovatión og sjúkrahúsverk. Fyrsta sjúkrahúsið uttanfyri Havnina kom í Klaksvík í 1898, og síðani eitt á Tvøroyri. Alt borið upp av lokalum kreftum. Og tað vóru eisini kommunurnar, ið komu við elveiting, ikki miðfyrisitingin. Næstan øll tey heilt stóru frambrotini, sum Føroyar hava sæð, eru komin frá lokalum kreftum og kommununum. Einstøk eru komin frá landi og amti, treyðugt so.

Hervið er ikki sagt, at ongin havnarmaður kann hugsa um útjaðaraøki og øvugt. Tað ber væl til. Men tá man skal velja millum egin áhugamál og tey í nærumhvørvinum hjá sær sjálvum, so er onki so natúrligt sum at taka tey í nærumhvørvinum fyrst. Tað er ikki í óreinheit ella vegna nakra tilvitaða ætlan um niðurlaging, men tí at man altíð er best við tað plássið, har ein sjálv/ur býr.

Hetta er vert at hava í huga, tá krossurin skal setast. Tí er tað gott fyri Norðoyggjar, at norðoyingar standa saman og velja norðoyingar á ting. Listin yvir norðoyavalevni í ár er so mikið góður, at ongin orsøk átti at verið at farið yvir um fjørð við atkvøðuni. Onnur øki skulu heilt víst finna út av at velja egin valevni á ting.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnaðar­flokku­rin: Sjálvstøðug og javnse…
Hetta sigur Odmar Færø um skaðan
Vit skulu hugsa um javnstøðu í breiðari…
Vit mugu taka handverkara­útbúgv­ingar í á…
PUTIN ella AYATOLLAH?
Ferð á grøna orkuskiftið við Fólka­flokki…
Fiski­vinnu­politikku­rin hevur kostað 100-…
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Heimsins frælsasta fólk í heimsins besta…
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum