Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: KÍ-HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.09.2019 - 07:37 Ítrottur Tíðindi

Í dag verður ein sera avgerandi dystur í Klaksvík.

Talan er um dyst millum nr. 3 og 4, har mong meta, at taparin er úti av FM-stríðnum. KÍ er á heimavølli og frammanfyri á stigatalvuni, men HB hevur havt sera gott tak á KÍ síðstu seks innanhýsis dystirnar.

Tá KÍ spældi seinasta sunnudag var liðið nógv skert, men hesaferð vera fleiri leikarar tøkir aftur. Patrik Johannesen og Boris Dosljak er við aftur eftir leikbann. Síðani er møguleiki fyri, at fleiri leikarar vera tøkir aftur, sum vóru skaddir seinast. Simen Sandmæl, Semir Hadzibulic og Torbjørn Grytten hava allir vant í vikuni og møguleiki er fyri, at teir allir vera í hópinum hesaferð. Hjá HB eru nærum allir leikarar tøkir. Símun Samuelsen hevur verið uttanfyri við skaða seinastu dystirnar, men hann var á bonkinum seinast.

 


Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00 og dómari verður Alex Troleis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her