Lýsing
Lýsing
Lýsing

Odmar Færø til KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.09.2019 - 19:22 Ítrottur Tíðindi

KÍ boðar frá, at ein av bestu miðverjunum í føroyskum fótbólti síðstu árini hevur gjørt langtíðarsáttmála við felagið.

29 ára gamli Odmar Færø hevur í 2019 spælt í HamKam í næstbestu norsku deildini. Men í 2020 verður tað í konga-bláum, at Odmar Færø kemur at spæla. Odmar hevur annars bara umboðað B36 í bestu deildini í Føroyum, har hann eisini hevur verið liðskipari m.a. í fjør, tá B36 vann løgmanssteypið í einari minniligari steypafinalu, har Odmar bleiv valdur til dagsins leikara. Odmar bleiv valdur til ársins verjuleikara í Føroyum í 2011, 2015 og 2017. Odmar spældi stóran leiklut, tá B36 í 2011, 2014 og 2015 vann FM. Eisini hevur Odmar spælt 28 A-landsdystir.

Sáttmálin millum Odmar og KÍ er galdandi fyri kappingarárini 2020, 2021 og 2022.

 

Seinni í kvøld hevur Norðlýsið samrøðu við Odmar Færø.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna