Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóannes Bjartalíð frá byrjan?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.09.2019 - 17:30 Ítrottur Tíðindi

- Eg havi einki fingið at vita enn, sigur Jóannes Bjartalíð, sum møguliga fær møguleikan frá byrjan móti Spania, um dagsins venjing er eftirfarandi.

Eina venjingin í dag kundi bent á eina møguliga uppstilling. Sambært henni, so vera tríggjar broytingar í mun til dystin móti Svøríki. Inn koma Heini Vatnsdal, Jóannes Bjartalíð og Klæmint A. Olsen ístaðin fyri Hørð Askham, Árna Frederiksberg og René S. Joensen.

- Eg veit einki enn, men fái eg møguleikan, so eri eg klárur. Tað er langt ímillum, at tað koma summarfuglar, men kanska teir koma, um man skal ganga út á vøllin fyrstu ferð fyri landsliðið í dysti móti Spania, um eg fái møguleikan, segði ein róligur Jóannes Bjartalíð við Norðlýsið beint eftir dagsins venjing, ið var tann seinasta áðrenn dystin.

 


Jóannes Bjartalíð kom inn móti Svøríki hóskvøldið og var millum teir mest sannførandi leikararnar. Hann bleiv valdur til dagsins leikara hjá Sona.

 

Uppstillingin verður útfrá dagsins venjing hendan: Gunnar Nielsen - Sølvi Vatnhamar, Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen - Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Jóan Símun Edmundsson - Klæmint A. Olsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…