
Bústaðartrot tálmar búskaparvøkstri
Stórt bústaðartrot, sveiggjandi tilfeingisinntøkur og bólgnandi vælferðarútreiðslur eru tríggjar av teim størstu búskaparligu avbjóðingunum í løtuni, sambært Johnny í Grótinum. Búskaparfrøðingurin viðger her bústaðartrotið.
Føroyski búskapurin er í einum uppgangandi rákið í løtuni, har vit seinnu árini eisini hava uppliva stóran fólkavøkstur og støðugt minkandi arbeiðsloysið. Men eitt vaksandi trot á bústøðum hóttir við at tálma framhaldandi vøkstri komandi árini. Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum skjalfesti í farnu viku, at bústaðarprísirnir í Havn seta met hvønn ársfjórðing í løtuni.
Gongdin í bústaðarprísunum sambært heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum.
Manglandi útboð av grundøkjum stóri syndarin
Sambært eini greining hjá starvsfelaga mínum Hermanni Oskarssyni fyri júst einum ári síðani, hevur Tórshavnar kommuna einans útstykkja 12 grundøkir í miðal um árið seinastu 20-30 árini. Talið av tilkomnum íbúgvum í Føroyum er økt við 2.800 bara hesi síðstu 7 árini – ella 200 húskir fleiri hvørt ár. Bara í Tórshavnar kommunu er talið av húskjum økt við áleið 120 árliga hetta tíðarskeiðið. Nakrar størri privatar útstykkingar eru framdar, umframt at einstakar størri byggiverkætlanir hjá Bústøðum eru gjørdar. Men útboðið hevur als ikki klára fylgt við eftirspurninginum.
Manglandi útboðið er óiva høvuðsorsøkin til ógvusligu hækkingina í bústaðarprísinum seinnu árini, hóast onnur viðurskifti sum rentulækkingar umframt prís- og lønarhækkingar eisini hava stuðla undir eftirspurningin eftir bústøðum.
Fleiri politisk inntriv eru gjørd
Longu undir valdystinum til næstseinasta løgtingsval í 2011 bleiv nógv gjørt burtur úr trupulleikunum við manglandi fjølbroytni og smidleika á føroyska bústaðarmarknaðinum. Tá bleiv Húsalánsgrunnurin umlagdur til bústaðarfelagið Bústaðir, ið fekk heimild at byggja leigubústaðir fyri eginognina á slakar 600 milliónir krónur, harav ein partur tó var bundin í útlánum. Eisini bleiv MVG-lóggávan broytt, soleiðis at bygging av leigubústøðum bleiv frítikið fyri MVG – hetta var fyri at javnseta leiguíbúðir við eigaraíbúðir, ið geva rætt til rentustuðul.
Bústaðir hevur bygt 333 bústaðir síðani umleggingina í 2012, har tey í seinastu tingsetu hava fingið heimild at læna 250 milliónir krónur at byggja fyri aftrat eginognini. Í seinastu ársfrágreiðing teirra fyri 2018 eftirlýsir leiðslan, at Bústaðir verður umskipa til eitt alment partafelag við greiðum løgfrøðiligum kørmum, soleiðis at felagið kann samstarva við eitt nú pensjónsfeløg um bústaðarbygging.
Borgarligu flokkarnir eru ikki á einum máli
Í valdystinum hesaferð legði Miðflokkurin dent á uppskot teirra um at stovna ein almennan bústaðarbanka til at loysa bústaðarneyðina, meðan hinir báðir borgarligu flokkarnir løgdu meira dent á at skapa betri fortreytir fyri privata framtakseminum, hóast teir eisini sóu ein leiklut til tað almenna at lofta teim veikastu.
Í tann mun at eitt alment bústaðarfelag sum Bústaðir tekur upp kapping við privatar bústaðarútleigarar (sama er galdandi fyri almennan bústaðarbanka í kapping við privatar bankar), eigur landið sambært egnum eigarapolitikki – og hyggjuráðum frá búskaparfrøðini – at krevja eitt marknaðaravkast av íløguni fyri ikki at avlaga marknaðin.
Tørvur á væl undirbygdari langtíðarætlan
Eins og Hermann mælti til í greining síni av bústaðartrotinum, vil eg mæla til, at nýggja samgongan lýsir málið væl og leggur eina ítøkiliga ætlan fyri sínum íkasti og skapa fortreytir fyri privata íkastinum. Marknaðirnir skulu nokk virka til at loysa sín part av málinum, um myndugleikarnir við skili skipa fyri fortreytunum. Fortreytirnar eru umframt reglugerðir og lógarverk, eisini almenn bygging av neyðugu bústøðunum til gomul, ungdóm og ikki fullfør fólk, at bjóða fram nóg ivaleyst av byggibúnum undirlendi.
Samgongan eigur undir ongum umstøðu í óðum verkum at stovna sær ein almennan bústaðarbanka, tí váðafús og lagalig almenn lánifígging loysir heilt vist ikki bústaðarneyðina í sjálvum sær. Tvørturímóti kann ein almennur bústaðarbanki avlaga verandi marknað fyri bústaðarfígging. Privatu bankarnir og donsk realkredittfeløg fíggja í dag bústaðir fyri yvir 10 milliardir krónur.
Avbjóðingin við bústaðartrotinum eigur tó at fáa hægstu raðfesting.