Gevst í KÍ við fýra FM í fimm ár
Sunnudagin spælir royndur nógv avhildin útlendskur leikari sín síðsta heimadyst fyri KÍ.
Magnus Powell váttar fyri Norðlýsinum, at Claes Kronberg og Ahmed Latif spæla ikki við KÍ í 2026, meðan ivamál er um hinar, sum ikki hava sáttmála fyri 2026.
38 ára gamli Claes Kronberg hevur verið eitt av bestu útlendsku keypunum hjá KÍ og tølini tala fyri seg, hóast árið í ár hevur verið merkt av skaðum. Hann kom til KÍ í 2021 og hevur vunnið fýra FM síni fimm ár í KÍ. Hann hevur spælt 25 altjóða dystir og hevur verið við til at sent liðini Sutjeska (Montenegro), Ferencváros (Ungarn), Hacken (Svøríki), Differdange 03 (Luksemborg) og Radnicki (Serbia) út og verið við til at vunnið fýra stig í bólkaspælinum móti Ljubljana og Lille.
Samvært FaroeSoccer hevur Claes Kronberg spælt 93 dystir í bestu deildini og skorað 12 mál. Og hann hevur lagt upp til 25 mál hesi árini í bestu deildini.
Sunnudagin kl. 14.00 spælir KÍ síðsta heimadystin í ár, tá TB vitjar í Klaksvík. Og hetta verður síðsti heimadystur hjá Claes Kronberg væl at merkja um hann kemur á vøllin.