Lýsing

Átta ára gamla heima"lambið" Nella, sum dugur at lata portur upp, rennur eftir hundum og annað mangt

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.09.2019 - 10:59 Tíðindi

Nú eru nøkur ár síðan, at Norðlýsið skrivaði um eitt sjáldsama fitt og spakt heimalamb hjá Bettu og Jóhann Joensen í Klaksvík.

Vit hava fregnast, um lambið enn er á lívi og hava biðið Bettu greitt frá um heimalambið, og hon sigur soleiðis frá:

 

Soleiðis fingu vit heimalambið

- Tað var hin 14. mai í 2011. Faðir og sonur høvdu verið hagatúr. Úti á Borðoyarneshálsi komu teir fram á eitt gimburlamb, ið jarmaði syndarliga uppi yvir deyðu mammu síni. Teir bóru lambið langa teinin heim og komu higar við lambinum, tí Jóhann er røktingarmaður. Lambið var úr “Felagnum”, hoyrdi til felagsseyðin, so tað var eingin ávísur eigari.

Lambið var illa fyri, orkaði ikki at standa á beinunum og fór um koll í heilum. Vit góvu tí mjólk at súgva úr fløsku, og tað var skjótt, at lambið ernaðist, og vit høvdu tað í vaskikjallaranum.

Heimalambið fekk navnið: “Nella”, eftir manninum, sum fann lambið, og hann eitur Niels.

 

Nella vildi ikki verða innibyrgd
- Jóhann fór at hegna eitt stykki niðanfyri húsini, sum lambið kundi ganga inni í, men tað gekk minni væl. Lambið leikaði í og vildi ikki vera inni í hegninum. Tað leyp á hegnið og jarmaði so illa alla tíðina, men komu vit útum, so tagdi lambið, og í kjallaranum kendi tað seg trygt, og tá læt ikki í tí.

Lambið át her nærindis, men tá ið tað gekk leyst, noyddust vit at ansa eftir tí, so eg fann uppá at fara út í bøin við lambinum eina ella tvær ferðir um dagin og royndi at verða í bønum í umleið ein tíma hvørja ferð. Har sat eg og “filosoferaði”, meðan Nella át. Onkuntíð fekk eg eitt av børnunum í familjuni at koma við mær, so tað ikki gjørdist so langligt at sita úti í bønum. Í góðum veðri kundi vera hugnaligt, men mangan var kalt, vátt og illfýsi.

Nella var ongantíð í bandi men gekk aftaná mær, sum ein hundur. Eg haldi, at Nella helt meg vera mammu sína.

Nella kundi ganga nokk so langt burtur frá mær og kom viðhvørt at vera afturundir onkustaðni og ikki síggja meg. Tá jarmaði hon, so at tað ljóðaði spyrjandi, men tá ið eg svaraði, so tagdi hon og helt áfram at eta.

Nella jarmaði ikki altíð líka. Vit skiltu á tónalagnum, um okkurt var áfatt, ella hvussu hýrurin var.

Onkuntíð krógvaði eg meg til stuttleika fyri at vita, um Nella kundi verða einsamøll, men tá ið hon ikki sá meg og ikki hoyrdi meg, gjørdist hon bangin, fór at jarma, renna og leita, og tá ið hon fann meg, jarmaði hon harðmælt, sum var hon ill og deildi.

Var sólskin, so kundi eg leggja meg á vøllin at sóla mær, men tað gekk heldur ikki, tí tá gjørdist Nella frá sær sjálvari, kom rennandi og jarmaði uppi yvir mær og gavst ikki, fyrr enn eg reisti meg aftur. Eg veit ikki, um hon hugsaði um deyðu mammu sína og óttaðist fyri, at tað sama var hent mær.

Av og á kom tyrlan og fleyg uppi yvir okkum. Tá ræddist Nella, kom stormandi, kroysti seg ímóti mær, til vandin var av.

Í bø og haga skuldu vit viðhvørt yvir um áir, veitir og gil, og onkuntíð var kavi. Nella, sum var lættari á fótum, kom skjótt yvir um, og so stóð hon hinumegin og bíðaði. Gekk tað heldur seint ella stríggið hjá mær, so jarmaði Nella góðsliga, gekk eitt sindur oman og niðan, sum kannaði hon, hvar frægast mundi vera hjá mær at sleppa yvir um. Tað kendist, sum Nella hevði umsorgan fyri mær og ansaði eftir mær.

 

Ræðist ikki hundar
- Ein dagin, vit vóru í bønum, sá eg ein mann við hundi longri niðri. Einaferð síggi eg, at hundurin kemur sníkjandi niðan ímóti okkum, og eg óttaðist fyri, hvat nú fór at henda. Nella hugdi einar tvær ferðir upp, men so einaferð tók hon til beins og fór at renna eftir hundinum, og hon rak hundin langt oman.

Tíðliga ein sunnumorgun, í fagrasta veðri, lovaði eg Nellu útum, meðan eg spulaði kjallaragólvið, sum vit noyddust at gera fleiri ferðir um dagin. Tá ið eg var liðug, fór eg útum at vita, hvar Nella var. Jú, hon var við húsini. Knappliga bar eg eyga við ein hund, sum tá búði í somu gøtu. Hann kom sníkjandi um húsarhornið, og áðrenn eg fekk umrátt meg, fór Nella eftir hundinum. Tað sá stuttligt út. Nella rann aftaná hundinum norður eftir vegnum og sjúgvaði hann til hús. Hon kom errin aftur. Hvør skal siga: “Var eg ikki røsk?”

Nakað tað sama hendi aftur, so flestu hundar hildu seg langt burtur frá Nellu.

 

Kendi á sær, at ódn var á veg
- Hvørja ferð, tá ið Nella slapp út í bøin, hoppaði hon kát og rann undan okkum suðureftir til portrið við húsini hjá Mikkjal-bónda, sum vit plaga at nevna tað.

Ein dagin boðaði útvarpið frá ringum veðri og upp í ódn. Tíðliga seinnapartin var hampiligt veður, turt men eitt sindur av vindi, og eg hugsaði, at nú var einasta løta, ið Nella kundi sleppa út henda dagin, og eg bað ein smádrong koma við, men Nella vildi einki til at ganga. Vit næstan trýstu hana útum portrið.

Vit gingu út til gamla bøgarðin og settust á ein stein, men Nella gekk ikki burturfrá okkum at eta, sum hon plagdi. Hon bara jarmaði. Vit royndu at treiskast, og einaferð fór Nella einsamøll til gongu heim sama veg, sum vit vóru komin. Av og á vendi hon sær á og jarmaði. Hetta líktist ikki Nellu. Soleiðis hevði hon ongantíð borið seg at áður, og tað hendi heldur ikki nakrantíð aftaná.

Grátt var í veðrinum, og luftin stóð til at bresta. Vit vendu so bara heim aftur. Stutt eftir glumdi regnið niður, vindurin vaks, og um kvøldið varð ódn. Vit hoyrdu Nellu jarma í kjallaranum, sum hon ikki plagdi at gera, og ljósið fór av og á.

Mær tókti synd í  Nellu, og endin var, at eg settist í ein stól í kjallaranum, meðan ódnin leikaði. Nella lá trygg á gólvinum frammanfyri mær, meðan eitt kertuljós brendi á einum borði.

Eg havi hoyrt eldri fólk siga, at seyður kennir á sær, hvussu veðrið fer at verða, og tað eri eg vís í, at Nella gjørdi henda dagin - so lítil, sum hon var.

 

Nella flutti út
- Tað bar ikki til at halda fram við at hava Nellu í kjallaranum, so vit fingu hana niðan í seyðhúsið, har annar seyður var, og har hon kundi ganga inn og út. Vit gjørdu, eins og tey plaga at gera, tá ið børn skulu venjast at vera í dagrøkt og í barnagarði. Vit lótu Nellu vera har uppi í nakrar tímar hvørja ferð í fyrstuni, og tað var ein frøði, tá ið hon slapp oman aftur. Hon fór hoppandi í ovfarakæti oman av Horni og var so glað at sleppa aftur í kjallaran, men tíbetur kom ein dagur, tá ið hon ikki vildi oman aftur við okkum, og tá var sloppið. Tó fóru vit niðan at geva henni mjólk úr fløsku. Eg avgjørdi, at Nella skuldi fáa mjólk, so leingi, sum hon sjálv vildi. Tað er láturligt, tí Nella fekk mjólk úr fløsku, til hon var tvey ára gomul og legði av beint áðrenn hon lembdi sjálv á fyrsta sinni.

Viðhvørt fór eg út í hagan við Nellu. Tað dámdi henni væl. Einaferð hitti eg fólk úr einum gongufelag, sum høvdu verið úti á Borðoyarnesi. Vit komu í prát, og tey vissaðu meg um, at eg ikki fekk Nellu heim aftur við mær, men ikki óttaðist eg fyri tí. Tá ið eg vendi heim aftur, so elti Nella meg, sum hon plagdi, og kom heim aftur við mær.

 

Fýrverk

- Flestu djór ræðast skotini og ljósini av fýrverki, og tað ger Nella eisini. Nýggjársaftan um midnáttina plagar familjan at savnast í grannalagnum, her útsýnið er gott yvir allan býin, og tá verður eisini skotið upp í luftina, men hesum havi eg gingið glipp av í nøkur ár, tí eg vildi vera inni í kjallaranum hjá Nellu og seinni í seyðhúsinum, til flestu skotini vóru av.

Áftaná midnáttarsamkomuna á Norðoyarstevnu verður eisini skotið, eins og gjørt varð fyrstu ferðirnar, tá ið Summarfestivalurin var. Eisini tá valdi eg at fara niðan til seyðin, sum tá var á stykkinum uttanfyri húsið. So skjótt, sum fyrstu skotini byrjaðu, rann seyðurin við ferð niðaneftir, men hegn er fyri, og ærnar stúgvaðu seg saman ímóti hegninum og skulvu av ræðslu. Har stóð eg, helt um høvdið á Nellu og royndi at sissa seyðin, meðan onnur hugnaðu sær niðri á Vágsbø.

 

Breyt beinið
- Tað var í skýmingini einaferð, at eg bað tvey børn koma við mær niðan eftir Nellu, sum tá vandi seg við at vera saman við hinum heimaseyðinum uppi við seyðhúsið.

Á veg oman aftur hendi eitt óhapp. Tað hevði regnað, so vøllurin var vátur. Best, sum eg biði børnini ansa eftir ikki at glíða, fór eg sjálv á glið og breyt annan fótliðin.

Børnini ringdu eftir hjálp, og løtu seinni stóð sjúkrabilurin uppi við tyrlupallin. Av tí, at eg var stødd heldur ovarliga og ikki fekk sett fótin til, komu teir við einum stórum plastikki, sum eg skuldi sita á, og so drógu teir meg oman, meðan Nella rann aftaná, og tá ið eg var komin inn í bilin, gjørdi Nella seg til at leypa upp í bilin eisini. Eg bað børnini taka Nellu og fáa hana oman í kjallaran.

Aftaná søgdu børnini mær, at Nella rann eina løtu aftaná sjúkrabilinum, meðan hon jarmaði syndarliga.

Lítið hugsaði eg um beinið í fyrstuni, men eg hugsaði mest um Nellu, sum var so bundin at mær, og at eg nú ikki kundi fara út í bøin við henni í langa tíð, men tíbetur vildi onkur annar fara hesar túrar.

 

Herverk
- Sum Nella vaks, dugdi hon at lata hurðar upp, og eina náttina var hon farin inn í fýrrúmið, har hillar eru við amboðum, og ymiskt er á goymslu. Tá ið vit komu niður í kjallaran morgunin eftir, var alt fýrrúmið ein ruðuleiki. Nella hevði tømt hillar og koyrt ymiskt um koll, so har varð nógv at taka upp.

Verri var tó eitt heysti, eftir at hon var flutt niðan í seyðhúsið. Nella dugdi at lata portrini upp, sum býta seyðarúmið í smærri rúm. Neyðugt varð at binda portrini. Jóhann og ein vinmaður koyrdu oman og niðan eftir seyði, sum teir flettu í kjallaranum.

Tá ið Jóhann móður og troyttur skuldi til songar sama kvøldið, tók hann um høvdið og segði, at hann hevði gloymt at binda portrini og ivaðist í at fara niðan aftur, men eg helt, at nú var Nella von við, at hon ikki fekk portrini upp, so tað mundi ikki fara at bila.

Tá ið Jóhann tíðliga morgunin eftir fór niðan, vóru portrini opin, og seyðurin mól um alt húsið. Nella stóð við høvdinum niðri í einum kraftfóðursekki, og hin besta ærin lá deyð á gólvinum.

Vit plaga ikki at geva grasperlur, men Jóhann hevði fingið ein posa við perlum frá onkrum. Tá ið hesar grasperlur koma í samband við vætu, bólgna tær og gerast stórar. Vit gittu, at ærin hevur etið grammliga av perlunum, sum eru vaksnar í hálsinum, so at ærin er kvald.

Tá var Jóhann forsyndaður inn á Nellu, sum hevði forkomið honum sína bestu ær.

 

Stór ær, sum fekk góð lomb
- Nella vaks og gjørdist ein stór, prúð, ráðarík men spøk ær við nógvari ull, og ikki er lætt at royta hana, tí hon er illa filað, so hon sær ofta ófantalig út.

Nella fekk bæði eitt og tvey lomb, sum vóru góð, men seinast, ið hon skuldi lemba, gjørdist hon sera sjúk. Hon fekk lungnabrúna, júgurbrúna og mjólkafepur, so Jóhann avgjørdi, at hon skuldi ikki lemba aftur.

Ætlanin var, at Nella skuldi flettast seinasta heyst, men eg bønaði og bað fyri lívi hennara. Eg fekk at vita, at eingin hevur seyð til pynt, og eingin hevur seyð, sum onga nyttu ger. Fóður skal til, og tá ið ærnar gerast gamlar, so missa tær tenninar og fáa ikki tugt. Hetta vildi eg ikki hoyra, og eg fekk mín vilja hesaferð.

 

Nógv “forkelað”
- Tað eru mong, ið hava havt heimalomb og sum eisini munnu hava stuttligar søgur at siga. Eg veit ikki, um Nella var nakað øðrvísi enn onnur heimalomb, men hon varð nógv ”forkelað”, og eg kundi sagt frá mongum øðrum um Nellu. Eg helt hana vera klóka. Mangan var tað, sum hon skilti, hvat eg segði.

Hóast Nella kundi gera herverk, so var hon okkum til stóra gleði og stuttleika.
Sjálvsagt hava fólk flent at mær og hava ikki hildið meg verið rættsiktaða, sum eg gekk uppí hetta góða heimalamb, og sjálv hevði eg ikki droymt um, at eg nakrantíð fór at gerast so góð við ein seyð.

 

Átta ára gomul
- Jóhann er hjá seyðunum hvønn dag, men eg eri ikki so tíðum, sum eg var, tá ið Nella var yngri, men tá ið eg komi, so er móttøkan hjartalig. Tá ið Nella hoyrir málið í mær, so fer hon at jarma, og er hon stødd uttanfyri húsið, so tekur hon sær ein steðg, meðan eg eri har. Hon gongur ikki á stykkinum og etur, sum hin seyðurin ger. Nei, hon stendur uppi yvir mær ella gongur aftaná mær.

Sjónvarpið hevði einaferð samrøðu við ein mann, ið hevði ein veðr, ið hann var eins bundin at og góður við, sum eg við Nellu. Tá ið hann varð spurdur, um veðrurin skuldi flettast, svaraði hann nakað soleiðis, at eingin kann drepa sín besta vin, og júst soleiðis kenni eg tað.

Ikki veit eg, hvussu leingi Nella kemur at liva, men enn er hon á lívi, og nú er hon átta ára gomul.  - sigur Betta at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
GLOYMDUR - bókaframløga í Klaksvík
Vísindavøkan 2019 verður í dag
Fólka­tinglimir vitja Kaj Leo Holm Johann…
KÍ er best umboðað á U16-lands­liðnum
StÍF hevði munin
Málini hjá Páll hava havt stórt virði
Betri samtakið gott hálvár
Takuya Matsunaga fingið nýtt felag
Akademikarir í Klaksvík
VIDEO: Nýggi Klakkur fyrrver­andi GEIR II
Líggjas: Eitt stórt stig víðari við línu…
Sp/­F Undir Klakki keypt nýtt línuskip
Úr savninum: Samrøða við Jóannes Leivska…
Sjørnan tekur ímóti StÍF í kvøld
Stórt tunnilsblað mikudagin
J. &. K. Petersen byrjaðir við bátahylin…
Mjølnir hevur aðalfund
Páll - Myndir frá dystinum í kvøld
Frá Kaldbak til Ánurnar
Væl er sáað