Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leita teir longu eftir umbergin fyri at tøma landskassan?

SKRIVAÐ: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum  |  09.09.2019 - 16:14 Politikkur Tíðindaskriv

Einaferð enn frættist í KVF frá samráðingarleiðaranum, at eykarokningar liggja og bíða. Ljóðar sum um, at talan er um onkrar óvanligar rokningar. Veruleikin er ein annar. Tað hava tey eisini fingið at vita frá Fíggjarmálaráðnum. Ongin óvanlig rokning liggur og bíðar.

Tað sum hinvegin er púra vanligt er, at eftir at fíggjarlógin fyri eitt heilt ár er samtykt í desembur, henda broytingar í samfelagnum. Hetta ger, at landið altíð hevur minst 2 eykajáttanir (sum oftast eina í apríl-mai og eina í september-oktober). Dentur verður altíð lagdur á, at talan er um sokallaða útreiðsluneutrala eykajáttan.

Av tí, at Løgtingið fór tíðliga í summarfrí, og greitt varð, at nógv mál ikki fóru at verða avgreidd áðrenn, varð eykajáttan ikki latin Løgtinginum áðrenn summarið.

Í tílíkum eykajáttanum eru altíð meirútreiðslur til nøkur øki, og verður altíð miðað eftir, at fíggja hesar við minniútreiðslum á øðrum økjum.

Soleiðis hevði eisini verið - og verður vónandi eisini - við tí eykajáttan, sum verður løgd fyri Løgtingið í september-oktober. Um ikki, so vil tað vera ein roynd hjá eini nýggjari samgongu, at fáa tað at síggja út sum, at talan er um "eykarokningar" - hóast talan er um vanligar flytingar í samband við eitt fíggjarár.

Tað trupla - og tað sum krevur serliga hart arbeiði – í sambandi við eina eykajáttan, er sjálvandi at finna fíggingina - tvs. har útreiðslurnar kunnu/skulu minkast, fyri at fíggja meirútreiðslur á øðrum økjum.

Hesar fráboðanir frá samráðingarleiðaranum geva ábendingar um, at ætlanin ikki er, at fremja hetta arbeiðið.

Vóni sanniliga ikki, at hetta er fyrsta ábendingin um, at nýggja samgongan long leitar eftir umberingum fyri, at taka burtur avlop landskassans – ið hevur verið samanlagt 1 milliard seinastu 3 árini, og væntast at verða nærum 400 mió. kr. í ár.

Tí tað er og verður alneyðugt við ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki fyri, at tryggja okkara vælferðarsamfelag og gera okkum alsamt meira sjálvbjargin. Hetta krevur millum annað, at vit nú í góðum tíðum hava munandi avlop, minka skuld, og spara upp til komandi broytingartíðir.

Vóni, at eisini nýggja samgongan, vil halda áfram á hesi góðu kósini.

Men ótalligu vallyftini – ikki minst frá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum – og fráboðanirnar seinastu dagarnir, geva tíverri ábendingar um nakað heilt annað.

 

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…