Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torbjørn Grytten er vandamikil álopsleikari

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.09.2019 - 20:09 Ítrottur Tíðindi

Norski álopsleikarin hevur verið nógv darvaður av skaða í ár.

Men tá 24 ára gamli álopsleikarin hevur spælt, so hevur hann mangan verið avgerandi. Hann hevur spælt í 331 minuttir í landskappingini. Teir minuttirnar hevur hann skorað tvey mál, lagt upp til fýra mál og átt triðseinastu avlevering einaferð. Við øðrum orðum hevur hann 55,2 minuttir um hvørt málstig. Samanbera vit við Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen, so er Torbjørn effektivast.

 

 

Avgjørdi móti HB

Torbjørn Grytten kom inn í seinna hálvleiki móti HB, tá støðan var 1-1. Fyrst fekk hann eitt brotsspark og móti endanum skoraði hann til endaliga úrslitið 3-1.
- Vit fingu kontramøguleikar og uppá tveir slíkar skoraðu vit. Eg havi verið nógv skaddur, men hinir norsku leikararnir hava hjálpt mær væl at hildið mótinum uppi. Men nú vóni eg at vera frískur og kunna hjálpa liðnum. Tað hevur gingið okay, tá eg havi spælt. Men hetta var mín størsta løta í KÍ. Nú verður endaspurturin spennandi, segði Torbjørn Grytten við Norðlýsið eftir dystin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…