Lýsing
Lýsing

Ein siglitúrur undir brúgvunum um Firth of Forth

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.09.2019 - 12:40 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Stóri fjørðurin við Edinburgh og Leith eitur Firth of Forth. Nú tað ikki longur er neyðugt at sigla um fjørðin, orsakað av at tríggjar brúgvar eru gjørdar, gera bátar sær dælt av ferðavinnuni, og sigla ymiskar túrar við fólki, ið ferðas til Edinburghøkið. Vit báðir Alex, saman við konunum valdu at fara ein sovornan túr við ferðafólkaskipinum “Maid of the Forth”, ið siglir frá Quinsferry, umleið ein hálvan tíma við bili frá Edinburgh har vit búðu og longur inn í fjørðin.

Beint við gomlu brúnna Forth Railway Bridge helt ferjan til. Tað var ein sera hugtakandi túrur vit fingu. Vit sigldu undir øllum trimum brúgvunum. Eisini sigldu vit til og fram við oyggjum á fjørðinum, har vit sóu eitt ríkt fuglalív og sanniliga eisini kópar, ið lógu sum kópar á skeri, men her lógu teir á nautiskum boyum. Eisini sóu vit nógvar springarar.

Brúgvarnar, hesi ótrúliga stóru bygningsverkini vóru imponerandi at síggja frá sjónum. Serliga Forth Railway Bridge, hetta ótrúliga bygningsverkið, bygt eini 30-40 ár áðrenn vit í Klaksvík fingu elektrisitet og stóru kai

Brúgvarnar um Forth

Stórsta og kendasta av brúgvunum er Forth Railway Bridge. Stóð liðug í 1890. Brúgvin er eitt kent minnismerki í Skotlandi, og er hon á varveitingarlistanum hjá UNESCO. Bygd millum 1883 og 1890 av John Fowle, Benjamin Baker og 4.500 monnum.

Hetta er ein cantilever bridge, ella sum tað eitur í Sprotanum svívbitabrúgv. Hon er 14 kilometrar norðan fyri Edinburgh, og tað er sera áhugavert at vitja brúnna við báti, har tú so eisini kemur at sigla undir hinum báðum brúgvunum, Forth Car Bridge frá 1964 og Queensferry Bridge frá 2017. Tað kostar mannalív at gera slík stórverk. Forth Railway Bridge frá 1890 kostaði 73 mannalív. Forth Road Bridge frá 1916 kostaði 7 mannalív og Queensferry Roadbridge frá 2017 kostaði 1 mannalív

Hví tvær bilbrúgvar

Orsøkin til at tvinnar bilbrúgvar standa uppi í dag, skal finnast í, at tjúkku veirarnir, sum hildu  Forth Road Bridge vóru ávirkaðir av salti og rusti, tí vóru teir bangnir fyri at tað einaferð fór at vera neyðugt at seta nýggjar veirar upp, og tað fór at taka fleiri ár. Fyri at tryggja at bilferðslan ikki steðgaði upp, var avgjørt at byggja eina nýggja. Tað bleiv so Queensferry Bridge, sum er heimsins longsta spennibrúgv, hon er eisini longst av teim trimum um Firth of Forth.

Føroyingar í Edinbourgh

Sum sæst á myndunum niðanfyri, so hittu vit eisini føroyingar á Princess Street. Vit fýra, sum høvdu verið siglutúrin, fingu okkum eina góða máltíð á The Skotshman og tað smakkaði, skulu vit heilsa og siga. Í morgin flúgva vit heimaftur við Atlantic.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vardi verkstaðu­rin á Brekku riggar til j…
Útblaking sambært KVF og útblaking sambæ…
Árligu jóla­sølur­nar hjá  Vardu Verkstøðu…
Lands­myndugleikar­nir spyrja enn einaferð…
Broyting í skipanini í fiski­skapi­num hjá…
Tað kemur fyri at fiskur endar í havinum
Ormurin Langi bjóðar av
Brynhild úr Kringvarpinum
Fólksligur ástarskaldskapur í Norð­urlond…
Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um fyr…
Hevur Jenis onga ætlan at styrkja førlei…
KVF: Duldar upptøkur avdúka útblaking
Krúndiamant­brúdleyp - Gretha og Levi
Klaksvíkar Blóðgevara­felag skipar fyri h…
Heyst­kvøldseta á Kambsdali
Felagið Føroysk Træsegl­skip hevði aðalfu…
Jólahugni í Smæruni
BankNordik í nýggj hølir í Klaksvík
Gadus fer avstað í kvøld
Jákup B afturkomin av Íslands­rygginum