Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í ár eru 10 ár liðin síðani ítróttafelagið Svanur varð stovnað

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.09.2019 - 06:26 Ítrottur Tíðindaskriv

Mánadagin 16. septembur fara vit at hátíðarhalda 10 ára dagin, við einum stórum ókeypis Betri ítróttartiltaki í Bylgjuni í Runavík – seinni verður móttøka í Skótahúsinum við Løkin.

Til Betri ítróttardagin verður møguleiki at royna seg í fótbólti, florball (hockey), fimleiki, pílablásing og hondbólti.

Orkestið Ælabogin kemur at spæla nøkur løg, og eisini fer fimleikaliðið Loppurnar at framføra ymiskt.

Skráin fyri dagin:
kl.16.00 – 18.00 Betri ítróttartiltak í Bylgjuni í Runavík
kl.18.00 – 20.00 Móttøka og ábit í Skótahúsinum við Løkin

Ítróttarfelagið Svanur, ið hevur heimstað við Saltangará, er ítróttarfelag fyri rørslu - og menningartarnað í Eysturoynni.  Svanur, ið varð stovnað í 2009, var fyrsta felag undir ÍSB.

Endamálið við Svani er at fáa rørslu- og menningartarnað í Eysturoynni at íðka ítrótt, soleiðis at tey á tann hátt kunnu fáa likamliga venjing og sosiala samveru.

Svanur hevur ment seg líðandi síðan stovnanina, og er í dag vælvirkandi og virkið felag við hundrað limum. Grundleggjandi virki felagsins er tað sama sum tá ið felagið varð stovnað, men munurin er kortini tann, at Svanur sum heild er vorðin ein kendur og náttúrligur partur av ítróttar- og mentanarlívinum í Eysturoynni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…