Lýsing
Lýsing
Mynd eftir Elinborg Úti í Klaksvík | Mynd: Elinborg Lützen

Standmynd av Elinborg Lützen í Klaksvík

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  17.09.2019 - 03:23 Mentan Tíðindaskriv

Komandi týsdag, 24. september kl. 16.30 verður standmynd avdúkað av Elinborg Lützen í Klaksvík.

Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, ið hava tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni. Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt standmyndina.

Vinnulívið í Klaksvík og aðrastaðni við, hava eisini stuðlað hesi verkætlan væl.

Drúgv skrá er fyri dagin, sum verður hildin í økinum Úti í Klaksvík - omanfyri, har Elinborg Lützen er fødd, og í síni tíð vaks upp og hevur virkað í nógv ár. Men eisini verður ein partur av skránni inni í Spaniastovu.

Tað verður Brynhild Danielsen, sum fer at avdúka standmyndina av Elinborg Lützen – Elinborg var fastir hennara.

Elinborg Lützen - fødd 26. juli 1919, deyð 22. november 1995.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna