Lýsing
Lýsing
Lýsing

J. &. K. Petersen byrjaðir við bátahylin í Norðragøtu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.09.2019 - 07:23 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

J. &. K. Petersen Contractors eru byrjaðir upp á arbeiðið í sambandi við bátahylurin í Norðragøtu.

Arbeiðið fevnir um at breiðka og dýpa bátahylin, leggja flótibrýr út, og síðani gera økið rundan um liðugt.

Farið varð undir arbeiðið fyrst í september, og byrjað varð við at leggja verjugrót út. Síðani verður farið í gongd við at laða innaru síðu av garðinum.

Í oktober verður byrjað at stoypa ringarnar til molahøvdið og taka gomlu bátabrúgvarnar upp og leggja nýggjar út.

Arbeiðið er komið sera væl frá byrjan.

Endamálið við útbyggingini av bátahylinum er, at gera pláss fyri fleiri bátum. Roknað verður eisini við, at tað verður kyrrari í hylinum eftir útbyggingina, tí á ávísum ættum hevur tað verið ókyrt í hylinum. Tí trupulleikanum er ætlanin at fáa bilbukt við.

 

Um 20 % lægri enn næsta boð

Eysturkommuna bjóðaði arbeiðið út í oktober 2018, og J. &. K. Petersen Contractors vóru millum teir 8 veitararnar, sum vóru innbodnir at gera arbeiðið.

Samlaða tilboðið hjá J. &. K. Petersen Contractors er upp á 11,6 mió. kr., og er hetta umleið 20 % lægri enn næsta tilboðið.

Arbeiðið skal verða liðugt á sumri 2020.

Teknistovan GØTA hevur projekterað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…