Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur fiskahandil á Norðskála

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.09.2019 - 11:50 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sjógæti hevur latið upp forvitnisligan fiskahandil á Norðskála. Hans Marius í Byrgi, stjóri sigur, at hetta er gjørt fyri at lætta atgongdina hjá viðskiftafólki, at fáa fatur á framleiðslum hjá sjógæti.

Sum flestu vita, so hevur Sjógæti ferðast runt oyggjar og bygdir, við einum søluvogni, har viðskiftafólk hava kunna keypt alskyns fiskavørur.

Í hesum sambandi hava vit merkt ein tørv har vit hava sæð, at tað eigur at gerast lættari hjá fólki at keypa sær ymiska fiskavørur til matna, sigur Hans Marius í Byrgi

Norðlýsið var á Norðskála í gjár, upplatingardagin og vitjaðu Sjógæti. Ikki kann sigast annað, at her var sera áhugavert at síggja vøruútvalið, eins og hølini vóru snøgg og nútíðargjørd.

Millum annað kundi tú fáa ymiskar royktar vørur eins og feskar, har vóru millum annað lippur, kjálkar, havtaskuhalar, kongafiskaflak, hýsu og toskaflak. Hans Marius í Byrgi sigur at enda, at allar fiskavørur, sum ein vanligur útróðrarbátur fiskar, kunnu keypast á Sjógæti á Norðskála.

Helst er mong í Klaksvík, ið sakna, at okkurt líknandi verður gjørt her. Tað er ikki bara bara at fáa fatur í eini hýsu ella smáfiski í Klaksvík júst tá tað passar einum. Størsti í størsta fiskivinnubýnum í Føroyum, átti atgongdin til fiskiúrdráttir at verið betri enn í dag.

Tá vit spurdu Hans Marius í Byrgi, um Sjógæti hevði ætlanir um at lata upp slíkan handil aðrastaðni í landinum, so var hann ikki heilt avvísandi fyri spurninginum, men helt, at tey fóru ikki undir at lata upp aðrastaðni í landinum beint nú.

Sjógæti á Oyrabakka hevur opið mánadag til fríggjadag frá 11.00 til 18.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til…
Eins og var Mikines á Skúlatrøð
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…