Lýsing
Lýsing

Starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið hava megnað at økt virksemið hóast politikarar og embætisfólk hava givið sjúkrahúsinum færri og færri pengar.

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  20.09.2019 - 16:24 Politikkur Tíðindi

Samlaða játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús er økt spakuliga ár um ár. Men hetta er einans gjørt so sjúkrahúsið so dánt skal megnað at rinda lønir. Flestu aðrar konti, so sum íløgur og keyp av vanligari útgerð til røkt og viðgerðir eru niður raðfestar og hava minni av peningi at gera gott við í mun til vanligar príshækkingar.

Talva omanfyri: Hóast príshækkingar standa játtanirnar til vanliga húsarhaldi hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið í stað.

 

Í 1997 brúktu almennu Føroyar 362 mió. krónur til Heilsuverkið. Í 2010 var samlaða Játtanin 894 mió. kr. og frá 2012 til 2015 hækkaðu útreiðslurnar til Heilsuverki 100 mió. kr. meðan útreiðslurnar til Heilsuverkið frá 2015 til roknskaparárið 2018 næstan 250 mió.kr.

Í 2018 var játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús 5,7 % av samlaðu játtanini til Heilsuverki. Í 2016 fekk KS 6,5 % av játtanini til Heilsuverki. Í 1998 fekk Klaksvíkar Sjúkrahús 11 % av játtanini til heilsuverki.  

Á politiskum fundi, sum Klaksvíkar Sjúkrahús skipaði fyri undan løgtingsvalinum, varð upplýst at tá sjúkrahúsið fór undir  átrokandi umvalingar  av personalsbygninginum noyddist leiðslan at seljua ognir sum Sjúkrahúsið átti fyri at fíggja umvælingarnar. Játtanirnar til ymisku økini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sum t.d. keyp o.l. hava staðið í stað ella eru minkaðar hóast stórur prísvøkstur hevur verið seinastu mongu árini.

 

Talva  omanfyri: Samlaða játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús. Vøksturin í játtan fylgir lønarvøkstrinum. Í veruleikanum hevur Klaksvíkar Sjúkrahús fingið færri og færri pengar at brúka til rakstur.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús:

Roknskapartøl (brúktir peningur)

Keyp av vørum og tænastum

2007               2010               2013               2017               2018                          

13,4                16,5                14,8                16,2                16,0

 

Talva omanfyri: Løgur (íløgur) í Klaksvíkar Sjúkrahús 1997 til og við roknskaparárið 2018.

 

Løgur

(Heimasíðan hjá Gjaldssstovuni hevur bert tøl aftur til 1997)

1997 til og við 2004 vóru 0 kr. brúktar til íløgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

 

2005   2006   2007   2008   2009   2010   2011   2012   2013   2014   2015   2016   2017   2018

1,5       1,6       0,9     0,9     1,0       1,5      0,8      3,3     1,7      11,4    2,0       2,0      0,3      0,9

mió. kr.

 

Keyp av útbúnaði (vanliga húsarhaldi), netto

1997   1998    2000   2002   2003   2004    2006   2008   2009   2012   2013    2015   2016  2017  2018  

0,6       1,5       0,8       0,5       1,3     1,6      1,7       0,9       0,7    0,3      0,09     1,9      0,9      0,1   0,7      

mió. kr.

 

Leiga viðlíkahald og skattur

1997  2000   2002   2003  2005   2007   2009   2010  2011   2012   2013   2014   2015   2016  2017  2018

0,1      0,8      0,6      0,5      0,8     0,3      0,8      0,6     0,9      0,6     0,7       0,9      1,1      1,3      0,9    1,2

mió. kr.

 

Fulltíðarstørv

2010   2016   2018

146     120     118

 


Talva omanfyri vísir part at virkseminum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Sí nágreiniligt yvirlit yvir virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið í 2017/18. - TRÝST HER

 

Keldur: gjaldstovan.fo og hagstovan.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ítróttafeløg kunnu nú søkja um covid-19…
KÍ gjørt sáttmála við miðvallarleikara
KÍ rakti botnin á Tórsvølli
KÍ tapti 6-2 ímóti B36
KÍ stuðlar Tórshavn bjóða inn
KÍ kvinnur vunnu 3-2 á B36
- Hepnið fylgir vinnarunum
Sa sjet bara
Myndir frá Skúvadalstúri í gjárkvøldið
Næstan stilli á Tórsvølli í dag
Upptakt: B36-KÍ
Myndarøð: KRF á Fjarðastevnu
Góður dagur hjá KRF í Vestmanna
Lýst verður alment eftir umsóknum til vi…
Tvær inngongdir til Tórsvøll
Síðsti dystur hjá KÍ í høvuðsstað­num í á…
Onki felags tunnils­felag kemur uppá tal
Fløskupostur frá Sjómanna­deg­num 2011 fun…
Gott kappróðrarveður í Vestmanna
Fimm KÍ-leikarar í bruttohópinum