Lýsing
Lýsing
Lýsing
Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassi í góðum hýri | Mynd: Oliver Joensen

Kvøða til Norðoya Sparikassa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.09.2019 - 16:23 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Norðoya Sparikassi er ikki fyrsti peningastovurin í Føroyum, men hann er tann elsti, við tað at teir báðir eldru hava snarað lyklinum um. Tað var í 1919, at hann varð stovnaður sum eitt alternativ til teir báðar peningastovnarnar í Tórshavn, Færø Amts Sparekasse og Føroya Banka. Síðani tá hevur hann yvirlivað fleiri fíggjarkreppur, har hann hevur fingið nøkur prus, men hvørja ferð er komin styrktur útaftur.

 

40 menn tóku seg í 1919 saman at seta á stovn sparikassa í Norðoyggjum. Hetta gjørdu teir við at seta 500 krónur í ábyrgdarpeningi í part, og hetta stovnsfæið var heilt leingi grundarlagið fyri sparikassanum. Undir seinna heimsbardaga fingu ábyrgdararnir høvi at hækka ábyrgdarpeningin, men ikki fyrrenn í nýggjari tíð gjørdist tað gjørligt fyri fleiri ábyrgdarar at tekna ábyrgdarpening. Frammanundan gingu ábyrgdaraskjølini í arv.

Ein tann mest kollveltandi broytingin fyri Norðoya Sparikassa man hava verið tann í nítiárunum, mitt í svárastu krepputíð, har lóg um peningastovnar hevði við sær, at sparikassin varð javnsettur við bankarnar. Tað var við blandaðum kenslum, hvussu hetta varð móttikið, serliga tí at stutt frammanundan vóru heilir tríggir bankar kollsigldir. Men Norðoya Sparikassi tók við hesi avbjóðing og syfti uppgávuna. Í dag er Norðoya Sparikassi einasti ábyrgdarsparikassi, ið er eftir í Føroyum, so hann hevur eina øld av stabiliteti at vísa á.

Tað vóru hugsjónarmenn, ið tóku stigið. Á odda fyri teimum 40 gingu 5 teirra. Thomas Juul Petersen var sýslumaður, sóknarstýrislimur, seinni sóknarstýrisformaður, løgtingsmaður, stýrislimur og formaður í Sparikassanum. Hann var eysturoyingur, ið flutti til Klaksvíkar í 1910. Jógvan Zachariasen var av Kirkju og var útbúgvin lærari. Lærarayrkið gjørdist aldrin hansara lívsleið, men hann fór í staðin at taka sær eina útbúgving afturat sum lækni, og kom aftur at verða økislækni í Norðoyggjum. Hann var við til nýbygningin av Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 1920’unum, og tey flestu munnu minnast hann fyri læknabátin ”Medicus”, ið sigldi heilt fram í nýggja tíð.

Tann kendi Olaf á Stongunum taldist eisini millum teir fimm undangongumenninar. Hann var sum øllum kunnugt keypmaður og var kendur fyri síni framúr evni at taka til orðanna. Olaf Olsen, sum var hansara navn, var kendur fyri at hava orðið í síni makt og fyri at vera ein fólksligur maður í øllum lutum. Tann kendasti av stovnarunum er helst J. F. Kjølbro, reiðari, keypmaður, løgtingsmaður og mangt, mangt annað.

Grundleggjarin av hesum blaði, Símun Petur Zacharissen, var fimti oddamaðurin í at stovna Norðoya Sparikassa. Eins og hinir fýra var hann serstakliga virkin maður. Úr rúgvuni av álitissessum kunnu vit nevna, at hann var blaðstjóri her á Norðlýsinum, løgtingsmaður, kommunumaður, fekst við bókhald og alt hetta meðan hann eisini var lærari. Hann búði á skúlanum og tað var ikki óvanligt, at fólk vitjaðu hann í sparikassaørindum á skúlanum.

Hesir fimm vóru primus motorarnir aftanfyri stovningina av Norðoya Sparikassa. Úr hinum 35 fyrstu ábyrgdarunum ber til at nevna úr rúgvuni Jóan Jakku og Magnus Fuglø av Viðareiði, báðir skiparar, Símun í Vági, stovnaran av Föroya Bjór, eisini róptur Símun í Tunghúsinum. Ella keypmenninar báðar, Mourits Winther og A. C. Lützen, báðir búsitandi Klaksvík. Mourits Winther var stýrislimur og A. C. Lützen roknskapargrannskoðari.

Formligi føðingardagur sparikassans er 24. september 1919. Her í Norðlýsinum stóð í útgávuni 5. september 1919, at sparikassin byrjaði 1. oktober sama ár. Hetta varð tó útsett til 4. oktober. Dagurin 24. september er tískil ikki dagurin, tá sparikassin læt hurðarnar upp, men dagurin, hann fekk loyvi at virka frá Handelsministeriet í Danmark. Treytin var, at fundurin góðtók nakrar broytingar, Handelsministeriet hevði ásett, og tað gjørdi stovnandi fundurin 24. september í 1919.

Søgan um Norðoya Sparikassa er ein søga um býin Klaksvík, um fiskivinnu, um handilsskap og um búskap. Gróthúsið, sum Sparikassin byrjaði í, var sera leingi eitt eyðkenni fyri stabilitet, og er tað framvegis. Sparikassin er framvegis álitið og drívmegin í serliga Klaksvík og í stóran mun eisini í nærumhvørvinum. Hann er við í lokala ítróttarlívinum, við í fiskivinnuni, við í stórum og smáum tiltøkum í býnum, og er ein hollur sparringspartnari hjá eldsálum og íverksetarum í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni.

Eins og Norðlýsið er Norðoya Sparikassi við tíðini vorðin ein ímynd av Norðoyggjum og Klaksvík. Men har Norðlýsið er álopsleikari, er Norðoya Sparikassi verjuleikari. Hann er trygdin, stabiliteturin, trúfestið og stuðulin. Saman við øðrum aldargomlum fyritøkum í Klaksvík, sum til dømis JFK og Föroya Bjór, ið eisini báðar hava omanfyri 100 ár á baki, hevur Sparikassin havt eina spakuliga, trygga drívmegi frameftir í lokalsamfelagnum. Hesi hundrað árini hevur sparikassin havt eina framúrskarandi javnvág millum varsemi og váðafýsni.

Við hesum reglum vil Norðlýsið ynskja Norðoya Sparikassa hjartaliga tillukku við teimum fyrstu 100 árunum og blíðan byr í teimum komandi hundrað.

 

Hesir vóru teir, ið tóku lógvatak um at stovna Norðoya Sparikassa í 1919:

A. C. Lützen, keypmaður, Klakksvík.

A. Enniberg, lærari, Klakksvík.

Andreas Seyðberg, kongsbóndi, Kunoy.

Chr. Fr. Ziska, keypmaður, Klakksvík.

Daniel Jacob Hansen, smiður, Mikladalur.

Daniel Poulsen, keypmaður, Kunoy.

Eliesar Olsen, cand.phil., Klakksvík.

Gullak Gullaksen, kongsbóndi, Fugloy.

Gullak Matras, keypmaður, Fugloy.

Guttorm Olsen, skipari, Árnafjørður.

J. A. Sørensen, kongsbóndi, Mikladalur.

J. Zachariasen, lækni, Klakksvík.

J. C. Isaksen, keypmaður, Klakksvík.

J. Christiansen, keypmaður, Norðdepil.

J. F. Kjølbro, keypmaður, Klakksvík.

J. Zachariasen, lækni, Klakksvík.

Jacob Andreasen, byggimeistari, Kunoy.

Joen Hansen, kongsbóndi,

Joen J. Jacobsen, skipari, Klakksvík.

Joen Justinussen, keypmaður, Svínoy.

Johan D. Joensen, skipari, Klakksvík.

Johan Sv. Olsen, lærari, Kunoy.

Karl Andreasen, skipari, Klakksvík.

M. Winther, keypamaður, Klakksvík.

Magnus Fuglø, skipari, Viðareiði.

Mikkel F. Olsen, keypmaður, Svínoy.

N. P. Folkvard, prestur, Viðareiði.

O. F. Joensen, keypmaður, Klakksvík.

Olaf Joensen, skipari, Klakksvík.

Olaf Olsen, keypmaður, Klakksvík.

Ole H. Petersen, keypmaður, Svínoy.

Poul M. Sørensen, keypmaður, Húsar.

Rasmus Olsen, kongsbóndi, Haraldssund.

S. F. Hansen, keypmaður, Klakksvík.

S. P. Zachariasen, lærari, Klakksvík.

Samuel L. Joensen, keypmaður, Klakksvík.

Símun Poulsen, skipari, Svínoy.

Søren P. Zachariasen, keypmaður, Fugloy.

Søren Sørensen, smiður, Kunoy.

T. J. Petersen, sýslumaður, Klakksvík.

 

Njótið myndirnar niðanfyri, ið Oliver Joensen hevur tikið. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Boða frá nýggjársbáli
Hesir kunnu skifta felag fyri einki
Kalt alla vikuna
Jobmatch í dag
Nær verður býráðið innkallað í Fuglafirð…
KÍ V-blusan í Bláa Skýlinum hevur stolta…
Ukraina eigur at lata land frá sær fyri…
Nógv minni arbeiði verður á føroysku vir…
Ungir knassar vunnu Bylgju Cup
Varpið, ein altjóða pallur
Bylgjucup, árliga innandurakappingin er…
Tríggjar fýrverkssølur í Klaksvík
Skoytubreytin opin
Nýggja bókin hjá Páll Isholm er nú at fá…
Halda formin við líka
Nýggjársveitslur í Betesda leygar­dagin 2…
Meinhard vandi við KÍ í kvøld
Nakrar viðmerk­ingar til elveitingar­lógin…
Arbeiðið við at fyrireika universitetssj…
Vit standa her so fittar og bíða eftir t…