Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stovnaðu í kvøld grunnin "Norðan KG 334"

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.09.2019 - 21:25 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í kvøld, sjálvan 100 ára dagin hjá Norðoya Sparikassa, gingu 12 vinnulívsmenn saman í Grunnin "Norðan KG 334" við tí endamáli at keypa 100 ára gamla útróðrarbátin Norðan. Um 21 tíðina í kvøld var avtalan gjørd og báturin keyptur.

Karl Birgir Isaksen og Frimodt Rasmussen hava verið ungangongumenn fyri tiltakinum. Tá nevnd varð vald í kvøld, var Karl Birgir Isaksen valdur sum formaður fyri grunnin og Frimodt Rasmussen næstformaður.

Norðlýsið var við til stovnandi aðalfundin og tá keypið var veruleiki. Í tí sambandi bleiv sagt, at orsøkin til at hesin gamli útróðrarbáturin, ið er bygdur í Havn úr eik og furu fyri júst 100 árum síðani, bleiv keyptur, er eitt ynski um at varðveita eitt minni um hesar fyrstu deksbátarnar, ið norðoyingar brúktu til útróður.

Tað vóru Hans Gotfred Matras Norðoy og Grímur Lassen, sáli, ið áttu Norðan til í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…