Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trý ósannindi í einari reglu –

SKRIVAÐ: Johan Petersen  |  26.09.2019 - 13:45 Lesarabrøv Politikkur

- sig mær, klárar nakar tað? Jú, tað klárar Zakarias Wang, sum er óførur at skriva, men tíverri er tað sjáldan, at tað er rætt, tað hann skrivar. Og soleiðis er tað tíverri eisini nú, hann er farin at sammeta enska og føriska rættarstatin.

Skyldmaður mín Zakarias Wang dámar væl at skriva førisku søguna og tað ger hann loysingarmonnum ofta so líkt við manipulatiónum og villleiðingum, sum seta loysingarvongin í eitt ikki uppiborið gott ljós.

 

So er tillfellið eisini nú, hann er farin at sammeta ensku og førisku samfeløgini sum rættarsamfeløg.

 

Í so stuttum broti sum hesum, har hann sigur, at ”…tá løgting okkara í 1946 vildi loysa frá Danmark av tí at danska stjórnin hevði skrivað út fólkaatkvøðu, og vit tóku undir við at loysa…” nær hann at siga ikki færri enn trý ósannindir:

1.     Løgtingið vildi hvørki loysa ella góðtaka stjórnaruppskotið og kundi heldur ikki semjast um nakra aðra loysn,

2.     danska stjórnin hevði ikki útskrivað fólkaatkvøðu, men tað gjørdi løgtingið 10. mai 1946 og

3.     vit tóku ikki undir við at loysa.

 

Sjálvur skrivar Zakarias á baksíðuni á bók síni Fólkaatkvøðan 14. september 1946, at ”…hesum tilboði fekst ikki meiriluti fyri á tingi og 10. mai 1946 samtykti tingið at lata fólkið tala…” (sic!). Hevur hann gloymt, tað hann sjálvur hevur skrivað??

 

Vit tóku ikki undir við at loysa. Úrslitið av fólkaatkvøðuni (í heilum tølum) var 32% fyri stjórnaruppskotinum, 33% fyri loysing, 32% atkvøddu ikki og 3% av atkvøðunum vóru ógyldugar.

 

 

Tað var hvørki absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal fyri loysingini. Tað var bert ein minniluti fyri loysing, umenn hesin minniluti var 1 % størri enn minnilutin fyri stjórnaruppskotinum. Hetta er tann nakni veruleikin.

 

Ráðini frá danska forsætisráðharranum, sum hann fekk úr Føroyum, at biðja kong senda løgtingið til hús og útskriva nýval, vísti seg at verða tað einasta rætta. Tað bleiv eisini góðtikið av øllum løgtingsmonnum uttan einum og úrslitið vísti eisini, at føringar ynsktu ikki loysing.

 

Tað munnu ikki verða nógvir føringar, sum halda at Ongland er ein betri rættarstatur enn Føroyar. So seint sum fyri góðum 20 árum síðan læt Ongland Kina Hong Kong uttan at hong-kong-búgvar vóru eftirspurdir.

 

Heldur Zakarias, at Mette Frederiksen hevði latið Trumpi Føroyar uttan at spyrja okkum eftir?

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing