Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ var vinnarin av 24. umfarinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  29.09.2019 - 17:46 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

HB tók stig frá oddaliðnum og hóast KÍ spældi langt undir vanligt støði, so eydnaðist tað KÍ at vinna á botnliðnum ÍF á heimavølli.

KÍ er nýtt oddalið eftir 24. umfar. KÍ hevði stórar trupulleikar við ÍF og í seinna hálvleiki lá í luftini, at ÍF fór at javna. Men so skoraði Jóannes Bjartalíð eitt av ársins málum, og so var dysturin avgjørdur. KÍ-avrikið var eitt av ársins vánaligastu, og trupult er at siga hvør orsøkin er. KÍ-liðið var nakað broytt vegna leikbann og skaðar og kanska tóku leikararnir ov lætt uppá uppgávuna, tí ÍF hevur ikki givið toppliðum stórvegis mótstøðu í ár. Ein frágreiðing er kanska eisini, at ÍF avrikaði væl og var væl skipað fram til 2-0 málið.

 


At KÍ er oddalið kemst av, at HB tók stig frá B36. Sostatt var laka avrikið hjá HB móti EB/Streymi ikki eftirfarandi fyri gongdina eftir steypafinaluna, tí HB reisti seg til grannauppgerðina. B36 hevur tó eins og KÍ framvegis alt í sínum egnu hondum, tí liðini møtast innanhýsis í síðsta umfarinum. Og tað hvur neyvan stórvegis ydning, hvat av liðunum er oddalið, so undan síðsta dystinum so leingi sum støðan er tann, at vinnarin av tí dystinum vinnur FM. Fram til tá hevur KÍ truplari dystir enn B36 á pappírinum, tí KÍ hevur bara dystir móti topp 4 liðum eftir, so oddasessurin kann skjótt skifta eigara aftur. At Víkingur vann á útivølli móti NSÍ í dag merkir, at Víkingur hevur alt at spæla fyri komandi leygarkvøld móti KÍ, tí nú er kappingin millum Víking og NSÍ um 3. pláss nærum eins hørð sum FM-dysturin millum KÍ og B36.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…
Føroya Bjór: Klaksvíkar kommuna ynskir i…
Aksel og Margit í lands­stýrið fyri Javna…
Neyvan nakar eyka heilsu­skúli í Havn
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…